Thursday, March 10, 2011

Tíðindaskriv: Aksel V. Johannesen um SALT


Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil við hesum gera vart við, at uppskotið um stuðul til Salt-verkætlanina byggir á semjuna, sum er undirskrivað av teimum fimm tingbólkaformonnunum í februar 2010.

Uppskotið, sum er lagt fyri Løgtingið, er gjørt í samráð við tingbólkaformenninar. Hildið var ikki, at uppskotið um at játta peningin í 2012 fór at koma verkætlanin í vanda. Men um tað er ein fortreyt fyri verkætlanini, at peningurin verður játtaður í 2011, so fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at taka hetta upp við formenninar í teimum fimm tingbólkunum, so verkætlanin kann gjøgnumførast sum ætlað.

Argir, tann 10. mars 2011

Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður