Thursday, March 17, 2011

Lystiligt/listarligt vikuskifti

Sera nógv listatiltøk verða komandi vikuskifti. Várframsýningin letur upp fríggjadagin og at døma eftir nøvninum verða nógvir íslendingar millum framsýnararnar. - Meira um hetta seinni. Mentanarvirðislønir Landsins verða latnar Jonhardi Mikkelsen og Sunleif Rasmussen og mangt annað hendir í høvuðstaðnum hetta vikuskiftið. Vit seta inn nøkur tíðindaskriv um tey ymsu tiltøkini.

Astri Luihn í Listaglugganum



Hósdagin kl. 16 letur ein framsýning upp í Listaglugganum, Dr. Jakobsensgøta 15, við málningum eftir Astri Luihn. Framsýningin ber heitið “ Í grønu torvu”. Tað eru 24 málningar við á framsýningini.

Tað er í hesum føri eisini fjølbroytni í náttúruni, sum hugtekur Astri – serliga fuglabergið og bjargalendið yvirhøvur.

Framsýningin verður at síggja í Listaglugganum næstu 14 dagarnar, týsdag-fríggjadag kl. 15 – 17.30 og leygardag kl. 11 – 14.

Listaframsýning Nocturnal Rainsbows við Bárður DC og Rosa Birgithu DC



Bárður DC = Ungur havnamaður, búsitandi í Keypmannahavn. Kendur m.a. fyri Scrub.Art og sín málningalist.

Rosa Birgitha DC= Mamma frá Tvørgøtu og pædagogur frá Dr. Ingridar Barnagarðinum. Kend frá Rabarbuglas og Eiturkoppum.

Móður og sonur útstilla nýggjastu verkini. Tekningar, krutl, figurar, skálir og tankar um lívið og ikki minst deyðan.

Fernisering verður fríggjadagin kl 17.30 í Smiðjuni í Lítluvík har Petur Háberg støkkir á gólvið og spælir nøkur løg í samstarvi við sinum guitari.

Okkurt til góman verður eisini at fáa. Vátt og turt.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Heðin Kambsdal í Galerie Focus



Fríggjadagin 18. mars kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Heðin Kambsdal upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn

Heðin Kambsdal, sum bleiv 60 ár 14 mars í ár. hevur m.a. sýnt fram ymsastaðni í Føroyum og í Danmark. Hann hevur m.a. prýtt gongina í Mentannarhúsinum í Fuglafirði. Møtisalin í Horbelev prestagarði á Falster og Føroya Banka í Fuglafirði. Tað Heðin Kambsdal lýsir í sínum málningum er samspælið millum tað heita og tað kalda í náttúruni, har man kann merkja eina fugu av Bach. Hann er ein av teimum sum dugir væl at spæla við skugga og ljósi. Hann minnir í summum av sínum málningum ikki sørt um kenda amerikanska listamálaran Edward Hopper, uttan at Heðin Kambsdal ger eftir – hann er sín egin.

Framsýningin verður opin til 31. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.

Várframsýningin 2011

Anna Kathrina Højgaard

Fríggjadagin klokkan 17. Føroysk Myndlistafólk skipa fyri árligu Várframsýningini, ið nú hevur fleiri enn 20 ár á baki:

”Játtanir
Vit játta, at Várframsýningin 2011 letur upp friggjadagur tann 18. mars kl. 17.
Vit játta, at vit verða glað um tú luttekur.
Vit játta, at øll eru vælkomin.
Vit játta, at Carl Johan Jensen letur framsýningin upp.
Vit játta, at hesi listafólkini luttekur í Várframsýningin 2011:

Anna Kathrina Højgaard
Eigil Lyngsø
Erla Haraldsdóttir / Craniv Boyd
Haraldur Jónsson
Hrafnkell Sigurðsson
Johan Martin Christiansen
Ludvík Breckmann
Marjun Jóanesardóttir
Martin Tórgarð
Pól Skarðenni
Sara Björnsdóttir
Þóroddur Bjarnason

Vit vátta, at vit eru várframsyningsnevndin
Unn Joensen
Vígdis Petersen
Ole Wich

Føroysk Myndlistafólk ”

Hátíðarhald & konsert Norðurlandahúsinum



Fríggjakvøldið 18. mars kl. 19.00

Konsert í sambandi við 50 ára føðingardag Sunleif Rasmussens og hátíðarhald í sambandi við Mentanarvirðislønir Landsins, sum Sunleif Rasmussen og Jonhard Mikkelsen móttaka.

Kostnaður: 50 kr

Skrá til føðingardagskonsert og handan av heiðurslønum:
1. Konsert í g-moll eftir Antonio Vivaldi
2. Echoes of the Past fyri solo violin eftir Sunleif Rasmussen
3. Mentanarvirðisløn Landsins, handan og talir
4. Pastorella eftir Antonio Vivaldi
5. Sarabande og Gigue úr Svitu fyri Gittar og effektprosessor eftir Sunleif Rasmussen
6. Mentanarheiðursløn Landsins, handan og talir
7. Frumframførsla fyri solo blokkfloytu eftir Sunleif Rasmussen
8. Violin og basso continuo eftir Antonio Vivaldi
9. Andalag 2 fyri 2 floytur eftir Sunleif Rasmussen
10. Konsert í G-dur 2. og 3. sats eftir Antonio Vivaldi

Tónleikarar: Michala Petri blokkfloytur, Andrea Heindriksdóttir floytu, Bernharður Wilkinson floytu, Sámal Petersen violin, Ólavur Jakobsen gittar, Christine Andersen fagott.

Várkonsert við Aldubáruni



Í Listaskalanum leygardagur kl. 16.

Luttakararnir verða hesu ferð strúkarar: Øssur Bæk og Sámal Petersen violin, Angelika Nielsen bratsj og Andrias Restorff sello.Skráin er fjølbroytt við strúkikvartettum eftir Kára Bæk og Atla Petersen. Øssur og Sámal fara at frumframføra eitt verk fyri tvær violinir eftir Trónda Bogason.