Hitt føroyska Skjaldraveldi skrivar:
Í eini sending í sjónvarpinum, skjótt verst lýdda stovni landsins, fekk lögmaður nú ein dagin rós fyri hvussu væl hann stóð seg í embætinum og tað móti öllum líkindum.
Nú er lögmaður sjálvandi einki politiskt ljós soleiðsna, men fyri tað kann tað saktans vera at mong, kanska dastið av fjöldini, taka undir við rósyrðunum sum fullu um hann í sjónvarpssendingini. Hvat tá. Lögmaður kann tað sum fólk flest kunna, ið onkustaðni verða sett, tað er at sita. Og lögmaður situr við lít, stimakneptur og kimpurligur hvar sum hann sæst á skíggja, á forsíðum ella portalum. Gaman í vil onkur vera við at fáfongd drívir lögmann, hann vildi nógv heldur sloppið til Brússel ella London at passa kongakrónur enn skattakrónurnar hjá borgaranum.
Íðan hvat so.
Illar tungur siga so mangt.
Men eftir stendur eitt. Gamla tiltakið: mangur fær rós fyri lítið og last fyri einki, hevur sjáldan verið sannari sagt enn um núsitandi lögmann. Og tað er júst hetta sum av sonnum ger hann ein fólksins lögmann.
Hann vil einki.
Hann ger einki.
Men hvat sigur so tað?
Ja, tað sigur skjótt sagt at var ein útstappað kúgv sett út í Tinganes, so leið valla hálvt ár áðrenn hon var tilbiðin sum besti lögmaður nakrantíð.
Men aftur til sendingina hjá sjónvarpinum.
Her verður, sum teg kanska so smátt grunar, tolluti lesari, sipað til hósdagssendingina hjá sjónvarpinum í seinastuni: Fólksins rödd .
Fólksins rödd er ætlað ella ótilætlað ein undirhaldssending. Tað er heldur einki at taka seg aftur í at í summum er sendingin ikki ólík ræðufilmum av tí innantóma slagnum, sum Hollywood letur fjölmiðlarnir blása út fyri seg í snúðiliga hugsaðum lýsingum, men javnan eru ein slættlig uppliving fyri filmkær eygu. Sum ofta í ræðufilmum er sögutíð og pallur eisini í Fólksins Rödd eitt málsliga útarmað umhvørvi, so útarmað at samfelagstilvitið, sjálvt hjá teimum evnaðu og væl útbúnu, nóg illa maktar at skapa sær orðbragd ella hugtök, tíansheldur nakra samansetta hugsan ið hevur so mikið sum tarablaðsevni til sannkenning av ella innlit í týðandi viðurskifti.
Við gásarholdið um kropp og hjarta sært tú í sendingini inn í eina tíð, í eina fólkahugsan, sum aftur og aftur víkir á tað lættfingna og einfalda, á ta óumhugsaðu og kenslubornu vissuna. Vit síggja eitt samfelag, sum tolir alt og trýr öllum og ábyrgist einki; ein kristindóm, sum ikki veit sær annað grundarlag til sáluhjálp enn at seyma forhúð frelsarans fyri rumpusíðuna á kynslívinum; eina kaffi-lætti-meg miðstætt av heilsurøktarsjúkum hálvmentingum, ið flákra sum lamskotnir einglar um síni mótatilvitaðu hválv av andleysum tolsemi og sjálvkenslu; og so eyðvitað lágstættina, tað treiska og niðurarvaða álitið á at best er sum er, ið hvussu tað so er, tað álitið sum ger menta- og vitanaragg heilagt og bygdarfrellið til tann sum skal koma við vælferð og vælsignilsi yvir sjógv og land.
Ólíkar röddir,jú, men við einum felags tóna kortini. Einum tómlæti, sum ikki vil kennast við seg sjálvt rættiliga og í staðin gevur seg til sjóndar sum tortrygni, rættvísgjørt sum ivi. Í sendingini krystallast hetta tómlæti í tí sum ein norðoyingur heldur um ting og landsstýri.
Havi eg arbeiði frá átta til fimm og liviliga útkomu, segði norðoyingurin, so liggur sektin á hvør ræður í samfelagnum.
Spyrst so livst