GULLNÁM eitur framsýningin hjá Hanna Bjartalíð í Steinprentið. Hevur tú ikki sæð framsýningina, so unn tær eina løtu í fínum selskapi við evnaríka listamanninum, sum í løtuni at kalla skúmar yvir av listarligum hugskotum. Ein partur av verkunum eru myndir, ið eru settar saman í kollasjum. Tær eru fullar av týdningum, sum ganga ymsar leiðir, men sum allíkavæl tykjast snúgva seg um tilveruna og um listarliga skapan á hugvekjandi øðrvísi hátt. Kollasjurnar eru settar saman av tusjteknaðum mynstrum og myndevnum, sum geva myndunum eitt frískt, ótraditionelt árin, sum minnir um ódýrar barnatekningar, men talan er sjálvandi um serligar tusjlitir, sum ikki ávirkast av tíðarinnar tonn.
Standmyndirnar ella objektini tykjast fyri tað mesta meira introvert ella kúrrari enn myndirnar, men tey eru ómetaliga originalur og áhugaverdur partur av verkinum hjá Hanna Bjartalíð. Nú hongur framsýningin bert hetta vikuskiftið aftrat og tað er keðiligt hjá okkum, men gott hjá teimum, ið hava ognað sær verk at fáa tey heim at njóta. Framsýningin
GULLNÁM í Steinprenti letur aftur sunnudagin 27.mars.
(KP)
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/vl-vitja-gullnam.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/02/hanni-bjartali.html