Monday, March 21, 2011

"Den man tugter elsker man”, - sum danir siga



He who spares the rod hates his son, but he who loves him is careful to discipline him.


Fríggjakvøldið fingu Sunleif Rasmussen og Jonhard Mikkelsen ávikavíst Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursløn Landsins. Hetta var ein gleðilig hending, sum sera nógv fólk feiraðu saman við heiðurslønarmóttakarunum í Norðurlandahúsinum og fleiri teirra hildu røður. Tann fyrsti røðarin var landstýriskvinnan í mentamálum Helena Dam á Neystabø, sum byrjaði sína røðu við at siga okkurt um, at listin seinastu tíðina hevur verið illa viðfarin, men at danska orðatakið ”den man tugter elsker man” helst er galdandi hesum viðvíkjandi.

Hetta útloysti eina løgna kenslu av déjà éntendu av tí at hon brúkti júst sama orðatak seinast eg hoyrdi hana halda røðu um list. Hetta var í fjør, tá Listasavn Føroya fyllti 40. Eisini tá undraði tað meg, at orðatakið varð nýtt og fríggjakvøldið, tá tað varð endurtikið, fór eg aftur at undrast.

Tað undrar meg ikki bert hví tað skal vera neyðugt at brúka eitt danskt orðatak, tí okkurt líknandi man finnast á føroyskum, tó at orðatakið á mangan hátt er møsn. Eg undrist heldur ikki bert um, hví hon velur okkurt úr bíbliuni og fyri meg at síggja er hetta rættiliga tungt bíbilskt tilfar, har sagt verður at Harrin tyktar tann hann elskar, hann revsar hvønn sonin, sum hann er góður við (Hebrearabrævið 12,6). Tað sum undrar meg mest er hvat hon meinar við. Hvør er tað, sum tyktar listina? Er tað politikararnir? Kjakararnir? Listafólkini? Og hvat er tað, sum tey ella vit gera við listina, sum er so sadistiskt - verður listin revsað, tá menniskju skapa hana, tosa um hana og brenna fyri henni? Og hvør er boðskapurin? Er tað í lagi, at listin á henda hátt verður vanrøktað, tí vit so vísa okkum sum eins harðar uppdragarar sum Gud sjálvan, ella skulu vit vera fittari og lata listina vera í friði og náðum?

Hetta er sjálvandi eitt verri pedantarí, hetta her. ”Man siger så meget”, sum danir plaga at siga og andarnir skulu vita, at tað er gjøgnum ár og dag komið ræðandi nógv møsn út úr mínum egna munni. Men henda endurupplivingin hoyrdi altso til tær heilt løgnu og møguliga fornermandi, um bara eg skilti hvat tað er landstýriskvinnan meinar við. Her eru nøkur onnur brot frá restini av røðunum hjá landstýriskvinnuni fríggjakvøldið.
(IS)


Sunleif Rasmussen og Jonhard Mikkelsen heiðraðir

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, handaði Mentanarvirðisløn og Heiðursgáva Landsins fyri 2010 á hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum 18. mars. Samstundis var heiðurskonsert fyri Sunleif Rasmussen í sambandi við, at hann fyllir fimmti ár.

Helena Dam á Neystabø segði m.a. í síni røðu, at vit vanliga eru skjót við peikifingrinum at rætta upp á brek og vísa á skeivleikar. Men at tá ið vit skulu rósa, ella takka fyri, tá eru vit ikki altíð so kvik, ella kanska ov sein.

Av hesi orsøk fegnaðist landsstýriskvinnan um, at vit heiðra fólkum sum Sunleif og Jonhard og bera teimum eina tøkk fyri tað klípið, teir báðir, hvør í sínum lagi, heilt frá ungum árum, hava lagt aftrat tí føroyska mentanar- og listavarðanum.

Í grundgevingini fyri at lata tónaskaldinum Sunleif Rasmussen Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2010 stendur:

Sunleif Rasmussen hevur sýnt framúrskarandi evni innan tónleikaheimin og er fyrsti føroyingur, ið hevur tikið prógv sum tónaskald frá kongaliga danska tónleikakonservatoriinum. Í tónleiki sínum er Sunleif miðvísur, kompromileysur, eksperimenterandi og fullkomiliga sín egin.

Tónleikurin hjá Sunleif er bæði siðbundin og nýmótans. Hann er stórfingin og ógvisligur, framsøkin og kravmikil. Sunleif er av mætastu tónaskøldum okkara, hann hevur skapað tónlist á høgum stigi, og verk hansara eru eisini hámett langt út um landoddarnar. Hann hevur í virki sínum brotið upp úr nýggjum við dygd og dirvi. Verkini eru mong. Hann hevur skrivað tónleik fyri kór og orkestur eins og fyri kamarensemble og solistar.

Fyri hetta dýrabara, slóðbrótandi og djarva virksemi á tónlistaliga økinum verður Mentanarvirðisløn Landsins 2010 handað Sunleif Rasmussen.

Grundgevingin fyri at lata bókaútgevaranum Jonhardi Mikkelsen Heiðursgávu Landsins fyri 2010 er:

Í skjótt fjórðingsøld hevur Jonhard Mikkelsen verið slóðbrótari og eitt satt arbeiðsgrev innan føroyska bókaútgávu. Hann er tað framvegis, kanska ongantíð meira enn júst nú. Á forlagi sínum “Sprotanum” hevur hann givið út meiri enn 100 bøkur, sum í evnisvali spenna víða, heilt frá smáum yrkingasøvnum til stórar skaldsøgur til bøkur um føroyska málið, uppaling, skaldsøgugreining og snarskeið í stavseting, ja tú kanst siga: frá orðálvi til ull.

Umframt at skriva sjálvur hevur Jonhard alla tíðina verið eggjarin, kveikjarin, slóðarin og maðurin, sum síðan hevur lagt rygg til nógvar, fíggjarliga vandamiklar útgávur, alt frá Dostojevskij til Nikolinu Beder og frá Carl Jóhan Jensen til Heina Olsen.

Umframt arbeiðið sum bókaútgevari hevur Jonhard Mikkelsen víst hegni og skil í føroyskum læru- og orðabókaarbeiði, har hann, saman við øðrum, eisini hevur verið undangongumaður og útint eitt megnar arbeiði, okkara móðurmáli at frama. Jonhard hevur í øllum sínum arbeiði sýnt ótroyttiligt treiskni og dugnasemi.

Fyri hetta ósjálvsøkna stríðið fær Jonhard Mikkelsen, sum eina tøkk, handaða Heiðursgávu Landsins 2010.

Yvirlit yvir móttakarar:

Mentanarvirðisløn Landsins (kr. 150.000):
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen

Heiðursgáva Landsins (kr. 75.000):
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen

http://www.mmr.fo/