Í gjár læt framsýningin GULLNÁM upp í Steinprenti við kollasjum og træskulpturum hjá Hanna Bjartalíð. Sera nógv fólk vitjaðu væl eydnaðu framsýningina hjá Hanna. Vit tóku myndir á ferniseringini.
Gula tornið lýsir í forgrundini meðan Jan Andersson heldur røðu. Aftanfyri hóma vit m.o.okkara listaáhugaða borgarstjóra, sum lýðir á røðuna
Stilli áðrenn storm. Listamaðurin og Birgir Kruse fimm minuttir í fernisering
Hanni Bjartalíð í miðjuni og nevndarlimir í grafikkfelagnum Steinbrá, Birgir og Gyðja
Framsýningin er sera væl skipað
Áskoðarar og áhoyrarar
Helena Heinesen Rebensdorf framførdi við síni skroypiligu og ráu rødd
Hetta var fyrsta framførslan hjá Helenu í Føroyum
Millum áhoyrarnar sæst ein errin mamma
Gula tornið er list av tí slagnum, sum ger meg so hjartansfegna
Strálandi listaverk. Upplagt keyp hjá Listasavninum ella onkrum stovni.
Hetta verkið uttan heiti hevði revolutionerað skulptursamlingina hjá Listasavninum
Tornhytta!
Skrokkakvæði yngra, fantastisk kollasja við Kingo-kendum yvirtónum
Gunnar Hoydal uppfann geniala heitið Skrokkakvæði til Ballad of the Skeletons, sum vit læntu til tvey myndaheiti
Hundur og fólk
Kroysa ella portrett? Fantastiskt træobjekt við túsund tulkingarmøguleikum
Skrokkakvæði eldra við ljósspegling
Lotta, Í ringum lag, Freud lítli og Goodbye Mao
Fríða stákast
Spacey!
Torn og Gullnám eita hesar báðar myndirnar, ið eins og øll hini verkini skulu síggjast í Steinprenti. Farið!!