Monday, February 28, 2011

Listin at provokera

Damien Hirst
  
Í tjúgundu øld hevur provokatiónin havt stóran týdning fyri listina. Listafólk hava provokerað og skelkað og flutt mørkini hjá listini í eini rørslu, ið er merkt av framdrift. Listin hevur ment seg gjøgnum provokatiónina og hevur funnið nýggjar vegir og nýggj úttrykk.

Men provokatiónin er ikki longur hvat provokatiónin hevur verið. Tað hevur víst seg, at tað stórt sæð ikki er nakað, sum provokerar okkum longur við undantak av djórapínslu, sum sær út til at kunna provokera rættiliga nógv fólk. Men annars eru vit so mikið herd, at nógv skal til fyri at provokera okkum. Vit hava heilt einfalt vant okkum við, at listin vil provokera og tí provokerar listin ikki longur.

Tað er sjálvandi altíð ein møguleiki hjá neyðars listafólkinum at provokera minoritetir - tað er til dømis lætt at provokera religiøsar minnilutar; stikk ein kross niður í ein hundalort, so skuldi tað verið orðnað. Men spurningurin er, hvørt hetta er áhugavert. Er provokatiónin í sær sjálvum eitt listarligt endamál í dag? Hevur provokatiónin enn nakað at týða fyri menningina av listini? Tørvar okkum provokatiónina til tess at flyta okkara mørk og blíva rørd av listini?

Provokera hesar myndirnar tykkum?



Tracey Emin
Nicolai Weiss Neumann



Dennis Agerblad


Ole Wich

 Vanessa Beecroft


Jana Sterbak



 Hannah Wilke


Nan Goldin
Marina Abromovíc
Christophe Huet
Laurence Bennett



Jeff Koons
Sam Jinks
Marco Evaristti.
Jørgen Haugen Sørensen



Jürgen Teller

Surrend
Pete Doherty
Bjørn Nørgaard
Paul McCarthy
Manzoni
Cindy Sherman
Max Papeschi


Lucian Freud
Orlan

(IS)