Thursday, August 1, 2013

Tørvurin á sponsorum innan mentanina økist


Sponsorvirksemið er vaksandi á mentanarøkinum. Í Danmark hevur gongdin verið týðilig nú í fleiri ár, eitt nú hevur kongaliga teatrið í danska høvuðstaðnum dugað ógvuliga væl at brúka sponsorar í teirra framleiðslum,  men eisini í Føroyum hava vit tørv á sponsorum, fundraising og stuðuli, og hetta verður gjørt í ein ávísan mun, eitt nú eru nakrar av teimum stóru bókaútgávunum hjá Listasavninum sponsoreraðar. Her heima plagdi Føroya Banki at ganga fremstur í stuðulinum av listini og fyri tað fekk bankin tað størsta og týdningarmesta savnið av eldri føroyskari list, men seinnu árini hava bankarnir ikki keypt nógva list. Tað er spell, tí tað ber nógv gott við sær at satsa uppá list og at byggja upp eitt savn til gagns fyri viðskiftafólkini, tvs. allar føroyingar. Fleiri mátar eru at stuðla uppá og hesi seinastu árini havi eg sum mentanaraktørur serliga upplivað, at fyritøkur sum Okkara og Tryggingarfelagið eru fúsar at stuðla á ymiskan hátt. Tryggingin vísur áhuga fyri listini við t.d. at stuðla Listablogginum og mentanarblaðnum í Dimmalætting, punktum.fo við reklamum. Til ferniseringar í Steinprenti hevur bryggjaríið Okkara stuðlað og Ólavsøkuframsýninginar-ferniseringina í Listasavninum stuðlaði Føroya Bjór við øl og sodavatni. Alt ger mun, tað er klæðiligt og gagnligt, tá vinnan stuðlar listini, og hetta fer ivaleyst at vera gjørt í størri mun og við størri hugflogi enn higartil.

Her er ein áhugaverd grein í Berlingske Tidende um vaksandi sponsorering innan listasavnsvirksemið
http://www.b.dk/kultur/kunsten-at-kradse-sponsorkroner-ind






(KP)