Monday, August 26, 2013

Fólkslig mentan og elitulist


Kjakinnlegg frá: Sunleif Rasmussen. 


Tað er áhugavert at lesa greinina hjá Jóanes N. Dalsgaard í Punktum.Fo, og svarið hjá Kinnu Poulsen í Listablogginum. Hettar kjak vil altíð verða áhugavert, so leingi fakligheitt er partur av listaligum arbeiði. Fyri 500 árum síðan var elitan tengd at kirkjuni. Eisini listaliga elitan. Í upplýsta einaveldinum vóru tað góðseigarar, barónar, greivar, og hvat teir annars kallaðust, ið myndaðu elituna. Eisini ta listaligu. Í Kjalarvørrinum av fronsku kollveltingini, tók ein spírandi demokratisering seg upp í Evropa, og við henni byrjaði so smátt tað samfelagsmynstur vit hava í dag. Alt fólkið er blivið partur av elituni, ella maktini. Í hvussu er fjórða hvørt ár. Men ikki listaelitan. Síðan seinna heimsbardaga hevur "fólksliga listin" ella brúkslistin, fingið størri rúmd í almenna rúminum. Og her haldi eg at mann má gera mun á list, ið vendir sær til hin einstaka hyggjaran, lesaran ella áhoyraran, og brúkslist, ið vendir sær til so stóra fjøld sum til ber. Og tað sigur seg sjálvt, at listin hevur fríari ræsur at loyva sær ein meira eliteran úttryksform. Ein fleirtyddan úttryksform. Ein meira torskyldan úttryksform, um mann vil. Hettar tí hon í útgangsstøðinum ikki nýtist at raka tað breiðu og stóru fjøldina. Men at tað eru mong einstøk menniskju, ið hava somu estetisku útgangsstøðu sum listin, ella listaverkið. Tað verið seg bókin, filmurin, sjónleikurin, málningurin ella tónleikaverkið. Og tann stóri trupulleikin hjá listini er eisini, at tað ikki er sjálvsagt, at akademikarin, ið er útbúgvin til at arbeiða við torskyldum og fleirtyddum argumentum og diskusjónum á sínum fakøki, ikki automatiskt er áhugaður í listini, ið byggir á somu fakligheit, sum hesi fáast við. Hesi kunnu eins væl vera meira áhuga í brúkslist. Ella einari kombinatión av báðum. Brúkslistin hevur harafturímóti, onnur ting at dragast við. Hvussu verður kvantitativ hugsan samantvinnað við ta kvalitativu? Hvar skal høvuðsdenturin liggja, osfr.? 
Í Føroyum hava vit bert havt fólksliga mentan, til fyri góðum hundrað árum síðan. Fólksliga mentanin, vóru søgur og løg borin fram av mannamunni. Sagnir, ævintýr og føroyski dansurin. Hesin síðsti er enn ein stórur partur av føroysku mentanini. So dagsins mentan í Føroyum er í stóran mun fólkslig, grundað á áðurnevnda. Og eg havi sagt tað fyrr, og kann endurtaka tað aftur her. Í einari mentan, ið er so nógv ávirkað av fólksligheit og konservativismu, hevur listin vánalig livikor. Tí sum Jóanes peikar á, avspeglar politiski viljin fólksins vilja. Men sum Kinna eisini peikar á, eru fjølmiðlarnir (Dimma undantikin) samsekir í at listin er so lítið sjónlig í samfelagnum. Tí eg eri samdur við Kinnu í, at tað er ein nógv størri áhugi fyri list í fólkinum, enn fjølmiðlarnir og politikararnir vilja vera við. Og eg eri sannførdur um, at fremmandafólk og útlendskir miðlar eru bilsin av, hvussu nógv dugnalig listafólk hetta landið hevuir fostrað.
Gott framhaldandi kjak!