Sunday, August 11, 2013

The Whale Killing Project


Á facebook síðuni hjá heimskenda listamanninum John Kørner presenterar hann The Whale Killing Project, sum er ein røð við seks prentum, sum eru gjørd í Steinprenti. Hann var áhugaður í gomlum myndum úr fimti árunum og lænti ymsar gamlar myndir sum inspiritatión, tá hann var her uppi, m.a. nakrar myndir hjá pápa mínum, fotografinum Ásmundi Poulsen. Ein er av torninum á Havnar Kirkju, sum sæst úr vindeyganum í Steinprenti og sum John Kørner dámar serstakliga væl. Har er eisini ein rættiliga uppstillað sjálvsmynd av fotografinum sum grindamanni. Prentrøðin The Whale Killing Project vóru framsýndar í Grand biografinum, tá filmurin hjá Jørn Leth um John Kørner "Jeg taler til jer" var sýndur á fyrsta sinni.

Tá John Kørner var seinast í Steinprenti gjørdi eg eina samrøðu við hann, sum eg sjálv haldi, var ógvuliga áhugaverd, m.a. av tí, at listamaðurin greiddi frá, at Føroyar hava ávirkað hann. 



Í 2007 kurateraði Brynhild Næs Petersen Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum, sum fekk heitið [natúrligvís] við denti á alternativa náttúruviðgerð, ið gav teimum luttakandi listafólkunum stórt evnisligt rásarúm. John Kørner var við á hesi framsýningini og nýtti tá høvið at viðmerkja ein aktuellan føroyskan samfelagstrupulleika. Í hansara hálvabstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mannligar verur í tøttum pardansi. Huglagið er lætt og vakurt, teir báðir menninir kyssast og boðskapurin um tað natúrliga í hesum samkynda kærleiksdansi tykist púra ivaleysur. John Kørner greiðir frá, at henda dansimyndin í grundini umboðar eina vend í hansara list. – "Tað er hend ein stór broyting við mínari list síðan eg var her seinast. Tá hevði eg eina mynd á framsýningini [natúrligvís] av tveimum monnum, sum kystust og  hetta var mítt fyrsta politiska verk, sum tók støði í onkrum aktuellum, júst um tað mundið varð ein samkyndur maður álopin her í Havn, og hendingin gjørdist grundarlag undir nógvum kjaki. Eg haldi, at føroyska hevdin við at avmynda náttúruna í listini er áhugaverd og tí var tað eisini umráðandi fyri meg, at teir báðir menninir høvdu føroysk náttúru sum bakgrund. Hesa upplivingina tók eg aftur við mær til arbeiðis og síðani havi eg arbeitt við fleiri aktuellum evnum. Ein framsýning snúði seg um luttøkuna hjá Danmark í stríðnum í Afghanistan, tá hevði eg fyri hvørt mist danskt hermannalív í Afghanistan málað eina mynd. Síðani viðgjørdi eg evnið trafficking og nú eg aftur eri í Føroyum er tað náttúrligt fyri meg at taka upp føroysk evni."


John Kørner í Steinprenti




Listamaðurin heldur tað vera umráðandi fyri samtíðarlistafólk at taka støði í staðnum, har tú ert staddur "Nú eg eri her í Havn hevði tað verið løgið um myndevnið hjá mær var Vesterbro ella russiska mafian...". Myndevnisliga tykist John Kørner serliga hugtikin av grindadrápi.  "Ja, eg má jú taka støði í her og nú og tí havi eg roynt at tikið støði í tí veruleika, sum er her í Føroyum. Tað mest dramatiska her haldi eg vera grindadráp, sum eg síggi sum eina kulminatión av reinari, føroyskari náttúrumegi. Eitt drama, har tað sálarliga og likamliga rennur saman. Grindadráp er tað ultimativa og tað óansæð um tað snýr seg um gamlar myndir ella nútíðina, tað snýr seg um man power, tær fysisku umstøðurnar og psykologisku umstøðurnar." Eg spyrji um nøkur atfinning liggur goymd í hvalamyndunum, og har er listamaðurin avgjørdur, tá hann svarar: "Nei, als ikki. Um eg geri nakað politiskt relaterað, so brúki eg nógva tíð uppá research. Viðvíkjandi teimum samkyndu monnunum var tað lætt hjá mær at taka støðu til, eg havi samkyndar vinir osfr. Tað er nakað heilt annað við grindadrápi, sum er fremmant fyri meg, men sum eg t.d. veit hevur søguligar røtur...". Tað søguliga hevur sum heild alstóran áhuga og nakað av tí allarfyrsta, John Kørner vitjaði í Føroyum, var Fornminnisavnið, har hann kom fram á nakrar áhugaverdar fotomyndir. Hetta er triðju ferð, listamaðurin er í Føroyum og hann heldur tað vera ómetaliga áhugavert at fylgja menningini frá tí gamla sjóvinnusamfelagnum yvir í eitt meira modernað samfelag, sum tó framvegis livir av fiskinum. John Kørner undrast stórliga á trafikkviðurskiftini í høvuðstaðnum "Altso her eru heilt ekstremt fáir súkklarar og ekstremt nógvir bilar, sjálvt um tað eru lutfalsliga stuttir teinar her í býnum. Bilar eru allastaðni og allatíðina. Eg rokni við, at tit fara at brúka súkklur í størri mun í framtíðini, at tann menningin fer at koma á sama hátt sum í London og í øðrum býum..."

Ovarlaga í einum av nýggju steinprentunum trónar tornið á dómkirkjuni, sum hugtekur listamannin, tí hann heldur tað bera frá restini. Tornið sær eitt sindur suðureuropeiskt út, heldur John Kørner, ið eisini heldur tað vera áhugavert at síggja hvussu tað religiøsa hevur sína plasering í samfelagnum. Samfelags- og umhvørvissinnaði listamaðurin er fram um alt áhugaður í hvussu einstaklingurin virkar í samfelagnum. "Í prentinum av einum manni, sum stendur við øðrum fótinum á einum hvali royni eg at skapa úttrykk fyri hvussu tað einstaka menniskja fremur sín leiklut í mun til samfelagið. Um tað so er ein gøtusópari ella ein ríkmaður, so fremja teir báðir okkurt ávíst í mun til samfelagi og hava ávísar dreymar um samfelagið. Tað ber ikki til at vera neutralur..". Uppi yvir tí avmyndaða manninum síggja vit ymsar myndaliðir, ein fugl, eina nakna kvinnu,  hvalir og havi, ið tykjast ímynda hansara dreymar.

Tey nýggju prentini hava øll ein breiðan svartan kant, ið minnir eitt sindur um kantin í eini gamlari filmsrullu. John Kørner plagar at arbeiða ógvuliga neyvt við innrammingini, so tað verður spennandi at síggja myndirnar framsýndar. Tann eina av teimum stóru myndunum er serliga hugtakandi. Í forgrundini síggja vit stórbæra føroyska náttúru við klettum og brimi, og ovarlaga síggjast nøkur gomul, søgulig skip. Sentralt í myndarúminum er flaggið á tí eina skipinum, tað er eitt vakurt og neyvt teknað dannebrogsflagg. Politisku assosiatiónirnar eru sjálvsagdar, men av tí at flaggið er so lítið og vakurt og landslagið so stórt og vakurt, tykist boðskapurin ikki sjálvsagdur.

John Kørner ger nógv burtur úr innrammingini av hansara grafikki, so eg gleði eg at síggja eitt eintak av myndunum, tá tær verða settar á reyða bakgrund í svørtum blonkum rammum. Eftir ætlan skulu myndirnar framsýnast í Føroyum í næsta ár.

https://www.facebook.com/problemjohnkorne
http://www.victoria-miro.com/artists/_15/
http://johnkorner.com/

Fotografur poserar sum veiðimaður


Og framúrskarandi prentmyndin av grindamanninum við fuglafrisuru og dreymum um erotikk og stórlæti


Brim og ovarlaga ein lítil bátur við dannebrogsflagginum

Visión um tornið á Havnar Kirkju á eini danskari strond

Brim og bátar


Listamaðurin er eftir øllum at døma hugtikin av føroyska bátinum



(KP)