24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á
Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum
hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í
Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við
Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.
Ja, henda
vikan er Íslandsvika.
Listablogurin
hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum
sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.
Ósk
Vilhjalmsdóttir (1962) finst millum annað at sjálvsøkna forbrúkarasamfelagnum
og er eitt nú kritisk í mun til íslendsk listafólk, sum arbeiða eftir
marknaðardefineraðum reglum um útboð og eftirspurning. Í staðin roynir hon at
skapa eina sosialt burðardygga list, sum ikki gerst til vøru í samfelagnum, men
sum í staðin er ein integreraður partur av samfelagskjakinum.