24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á
Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum
hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í
Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við
Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.
Hóma tit
eitt tema?
Ja, henda
vikan er Íslandsvika.
Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er
Íslandsvika, men vit byrja við nakrar tekstir frá Frændafundi, sum var í Føroyum 2007. Hesir fyrilestrarnir og fleiri
frá 2007 eru prentaðir í ritinum Frændafundur 6.
Aðalsteinn Ingólfsson
Íslendsk myndlist um 1997 – 2007: Fjølhyggjan tekur seg fram
Høvundurin fer í máli og myndum at rekja tær broytingar, sum hava gjørt
vart við seg í ásjónini hjá íslendskari myndlist tey seinastu tíggju árini. Mest verður røtt um skipbrotið hjá
stevnufestuni, tí eyðkenninum hjá íslendskum myndlistafólkum at fylkjast undir
merkingum hjá einari ávísari stevnu, antin vit kalla hana “konsept” ella
“nýekspressionismu”, og fara í staðin at evna til myndlist út frá
einstaklingsfyritreytum, har sum hvør einstakur myndar sína egnu “rørslu”.
Ætlandi er henda gongdin partvíst andsvar mótvegis postmodernistiskum
grundanum, bæði millum íslendskar granskarar og í útheiminum.
Henda fjølhyggjan, um til ber at
nevna fyribrigdið so, eyðklennist hin vegin av munandi rótloysi – fólk hava ongar stevnur at styðja seg til – og tað ger at ung myndlistarfólk leita sær
fótafesti í ymsum hugmyndum hjá mentanarfrøðingum, søgufrøðingum og
heimspekingum um íslendskan tjóðskap og hansara samanseting, og inn í ta
umrøðuna blandast – tað kemst ikki uttan um tað – íslendskt landslag, siðir og
sagnir. Í hesum verður partvíst bygt á fyrimynd frá eitt sindur eldri
listamonnum eins og Birgiri Andréssyni og Steingrími Eyfjörð, sum umboðar
Ísland í Venesia í løtuni, men lagt aftrat hugmyndafrøði og myndamáli teirra
forkunnugar tilvísingar til ta hulda og fólksliga speki av ymsum slag. Áhugin
hjá viðgitnum útlendskum myndlistarmonnum eins og Roni Horn og fleiri fyri
íslendskum sereyðkennum hevur ivaleyst havt ávirkan á ung íslendsk
myndlistarfólk.
Hetta hevði m.a. við sær
endurskoðan av tí hevdbundna landslagsmálninginum og virðum tess; har er tann
leiðandi listamaðurin Georg Guðni, sum í málningum sínum tekur til viðgerðar ta
romantisku sjónina hjá undangongumonnunum Þórarni B. Þorlákssyni, Jóni
Stefanssyni og Kjarval, og í kjalarvørri hansara fylgja aðrir málarar við
persónligari sjón av tí íslendska landslagsmálninginum. Við tí sterku
landslagshevdini millum føroysk listafólk í huga verður serliga røtt um, hvussu
íslendsk listafólk: listamálarar, myndahøggarar og listafólk sum nýta blandaða
tøkni, hava gjøllkannað íslendskst landslag og náttúruheimspeki, ið er knýtt at
henni.