Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, er serstøk, men tað er høvið sanniliga eisini, tí hetta er 30. framsýningin í Steinprenti. Tá tað samstundis er fyrsta serframsýningin, sum meistaraligi myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur havt her í heimlandinum í 20 ár, so er tað ikki skrøgg at kalla hesa framsýning fyri nakað heilt, heilt serligt og tað er hon. Sjálvt um uppleggið við modelstudium og gipsmyndum jú er rættiliga klassiskt, er framsýningin serstakliga dynamisk, frísk og øðrvísi.
Myndahøggarin hevur sjálvur sett framsýningina upp, hann hevur hongt eina ørgrynnu av tekningum upp á veggin, so at tær saman fáa eitt massivt, rútmiskt bylgjandi úttrykk, sum onkursvegna sær út til at halda fram úti í rúminum í teimum trídimensionalu verkunum. Sum altíð, brúkar Hans Pauli Olsen nógva orku uppá soklarnar, tí teir eru partar av standmyndini og tessvegna eru teir allir ymiskir, gjørdir úr ómálaðum træi til hvørja einstaka standmynd. Vit kenna kanska partar av standmyndunum aftur, eitt andlitsbrá, eina hond, ein arm, men presentatiónin tekur áskoðaran á bóli, tí hon er øðrvísi, og í tí vit flyta okkum kring ta einstøku standmyndina, tekur eisini hon okkum á bóli, tí hon broytist grundleggjandi alt eftir hvar áskoðarin er staddur og ofta er munurin millum tær ymisku síðurnar á standmyndunum óvæntað stórur.
Hugburðurin í standmyndunum sýnist um somu tíð greinandi og sansaligur, eg fekk hugasamband við læknafrøðiligar lýsingar av mannakroppinum og til óunniligar ræðufilmar við samanstúvaðum kropslutum, samstundis sum myndamálið samstundis er rættiliga vakurt, klassiskt. Men her er nógv eftir, eg eri als ikki liðug enn at hyggja, so eg ætli mær oman aftur fríggjadagin.
Her er tíðindaskrivið, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað:
Fríggjadagin 16. august kl. 16 letur upp framsýning í STEINPRENTI, Østrøm, við skulpturum og tekningum eftir Hans Paula Olsen. Hans Pauli er fyrst av øllum myndahøggari, sermerktu standmyndir hansara eru at síggja víða hvar um landið, m.a. uttan fyri Listasavnið. Men hann er víða gitin aðrastaðni við, serstakliga í Danmark, har standmyndir hansara, andlitsmyndir og figurbólkar eru at síggja á listasøvnum og øðrum almennum støðum, hann er limur í listamannabólkinum Grønningen og hevur fingið fleiri virðislønir fyri list sína.
Menniskjað er myndevnið, ið ber av øllum. Til framsýningina í Steinprenti hevur Hans Pauli arbeitt við torso sum myndevni, hugtaki og kveiking. Antikkar myndir – grikskar og rómverskar – eru sum kunnugt mangan at finna meira ella minni í brotum. Torsoin Venus frá Milo, eitt av meistaraverkunum í Louvre, hugtekur okkum, hóast armarnir vóru brotnir av, tá ið hon á sinni varð funnin. Rodin, ið hevur givið tiltikna myndahøggara okkara mangan íblástur, telist millum teirra, ið dugdi at síggja skulpturella virðið í torsoini og skapaði slóðbrótandi verk á hesi leið. Hans Pauli tekur táttin upp, sær nýggjar møguleikar og skapar nýskapandi verk, ið vit kunnu fegnast um á hesi vøkru framsýning.
Tey flestu kenna Hans Paula sum myndahøggara, men nú hava vit eisini høvi til at læra hann at kenna sum teknara. Her er hann tikin úr leikum. Á hesi framsýning kunnu vit gleðast um eina langa røð av eiggiligum modelltekningum.
Framsýningin í Steinprenti er opin til 14 septembur . Opið er mánadag - fríggjadag frá kl. 9 - 17 og leygardag frá kl. 14 - 17. Okkara stuðlar framsýningini.
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN!
(KP)