Jamen eg veit væl av, at mann forsømir seg við ikki at fara til konsertir og tiltøk í Sirkus, tí tær framførslur, eg havi upplivað har á staðnum hava allar ein heilt serligan autenticitet, sum ger tær ógloymandi. Eisini havi eg verið til yrkingaupplestur í Sirkus, sum somuleiðis hevur riggað sera væl í hugnaligu Sirkusbarrini.
Tá eg sá videoupptøkuna av Kaj Klein og Bendum Spónum í Sirkus herfyri, var eg eisini beinan veg greið yvir, at eg hevði mist okkurt heilt serligt, men hey, her er upptøkan, sum hóskar so væl til byrjandi vikuskifti.
Bendar Spónir eru: Mattias Kampnas tangentar. Jón McGavin gittar, Johannes J Mūller gittar, Kriss F. Dam Poulsen Bass og Per I. Højgaard Petersen TrummurTónleikararnir í Bendum Spónum eru lutfalsliga ungir, men hava eftir øllum at døma orku og tónleikaligan integritet til at megna at spæla upp í móti so serstøkum musikkpersónligheitum sum Kára Sverrison og Kaj Klein. Eg eri í løtuni í ferð við at lurta eftir plátuni, sum fyrrnevndi hevur givið út saman við spónunum og her er ein fín framførsla við Kaj Klein og Bendum Spónum í stemningsfulla Sirkus.