TAKE ME INTO YOUR SKIN er heitið á eini intensivari dansisýning um tvingsilsnevrotiskan atburð, ið útviklar seg millum tvey fólk, ið ikki fáa tað, tey vilja hava frá hvørjum øðrum, hóast tey leita og kempa fyri tí. Tað snýr seg um longsul, um eina tærandi tráan eftir at fylla eitt tómrúm innaní, um at vera bundin av onkrum, ið skaðar teg.
Umvegis dansin uppstanda dramatiskar og kensluligar løtur. Myndir, frásøgur og inntrykk dánast fram í eini limbo-líkandi støðu, ið hesi bædi fólkini eru stødd í, medan ein triðji leiklutur stillisliga eygleiður tey.
Koreografur: Elina Akhmetova (RU)
Dansarar: Elina Akhmetova, Búi Rouch (FO), Elien Rodarel (F)
DREI
- er ein umtulking av upprunastykkinum DREIZEHN - eitt stykki vid 13 monnum, ið bleiv framført í Gasteigteatrinum í München í Mai 2013. Til hetta høvið verður stykkið sostatt umskapað til eina mannliga trio. Koreografiska tilfarið ferðast frá organiskum/flótandandi rørslum yvir í tað meira ráa og eksplosiva. Saman við gátuføra tónleikinum verða tankarnir leiddir til asketiska munkatilveru og kríggj.
Koreografur: Johannes Härtl (DE)
Dansarir: Matteo Sacco , Elien Rodarel, Búi Rouch
e-SOLO:
Hvat sker tá fimm dansarar við hvør sínari solo hittast og skulu seta tær inn í eitt scenario, har hesar solo'irnar skula framførast saman og geva meining? Vid dramatiskari vegleiðing frá einum leikstjóra fara vit at kanna hetta vikurnar undan frumframførsluna, tá dansararnir hittast fyri at venja saman til sýningina. Tað snýr seg um at hava lívligt hugflog, vera opin fyri góðum hugskotum og ikki at aftra seg. Vit eru spent uppá úrslitið og vænta okkum bilsnar reaktiónir, og at áskoðarnir verða tiknir á bóli!
Leikstjórn: Sóley Danielsen (FO)
Dansarir: Andrea Joensen (FO), Elin Maria Nolsöe(FO), Búi Rouch, Elien Rodarel, Matteo Sacco. Fyrsta sýningin var í kvøld klokkan seks. Komandi sýningar verða:Leygardag 3. August: 18.00 og 20.00
Sunnudag 4. August: 17.00
Prísur: 80 kr. (Lesandi: 60 kr.) Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 587782 (ring ella send sms vid tali av gestum og navni) ella vid dyrnar. Sýningarnar vara ein lítlan tíma.
(KP)