Ólavsøkuframsýningin 2013 er í síni heild presenterað og miðlað væl og virðiliga í fjølmiðlunum, men á framsýningini eru tilsamans 363 verk og tey eru eyðvitað ikki øll nevnd í tíðindaskrivinum. Eg havi skrivað nakrar tekstastubbar um nøkur útvald verk. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til 24.august.
Nonfigurativu myndirnar hjá Hansinu Iversen hanga á suðurvegginum niðri í salinum, har tær ávirka alla framsýningina, hita hana og lyfta hana upp. Myndirnar eru dømi um hvussu væl fyri, Hansina Iversen er tekniskt og hvussu suverent, hon megnar at gera eina kompositión, sum tykist banal og einføld, men sum tykist alsamt meira kompleks og full av spenningi, jú nærri tú hyggur at henni. Hygg t.d. at glógvandi gulu, reyðu, gráu, bláu og reyðu myndini í miðjuni. At byrja við sýnist myndin nøkulunda symmetrisk við teimum báðum bogaðu strokunum, sum saman mynda eitt X miðskeiðis í myndini, men alt reglusemi í hesari myndini er jú fult av undantøkum. Tey rundleittu gulu skapini hava okkurt menniskjakent yvir sær eins og tvær gular menniskjaverur, ið nærkast og verða drignar at hvørjari aðrari í blindum sum tey elskandi í kendu myndini hjá Magritte. Men við einum eygnablunki hvørvur assosiatiónin og eftir standa nonfigurativ organisk skap, sum í klárum litflatum taka seg fram og aftur, liva og danda á myndaflatanum, okkurt tykist vera undir og okkurt liggur omaná, men hetta lutfallið skiftir alt eftir hvar eygað fokuserar - eitt sindur á sama hátt sum við vasamyndini, sum danski sálarfrøðingurin Edgar Rubin lýsti í bókini Synsoplevede figurer í 1915, tá hann gjørdi vart við at eygað av sær sjálvum leitar eftir skyna á millum figur og grund á myndaflatuni og at lutfallið millum figur og grund er grundleggjandi eintýðugt. Menniskjað megnar ikki at síggja bæði vasan og andlitini samstundis, okkara perseptión er soleiðis háttað, at vit síggja bara annað í senn og sostatt er tað eins og myndin flytur seg alla tíðina. Tað sama hendir við myndini hjá Hansinu Iversen, men uttan at myndin verður avmarkað av av einum ávísum myndevni, eini sagdari søgu, og tessvegna endurnýggjar myndin seg alla tíðina í huganum hjá áskoðaranum.