Listablogurin
hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum
sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.
Magnús
Sigurðarson (1966) kannar samleika, ikki minst sín egna, í listini. Hansara
verk eru eitt slag av sjálvsmyndum, har hann granskar egnan nationalitet og
lýsir hvussu hansara samleiki fylgir honum allar staðir og litar alt, sum hann
upplivar. Á sama hátt sum áskoðarin, sum sær hansara verk ikki sleppur undan
sínum egna samleika.