Fuglfirðingurin Heðin Kambsdal letur upp framsýning í Havn í dag og Havnamaðurin, Marius Olsen læt upp framsýning í Fuglafirði í gjár. Báðir hava teir stóran áhuga fyri myrkri í ljósi, gøtuljósum á kvøldi ella fyri ljósglæmuni úr einum vindeyga í náttarmyrkri.
Fernisering verður í dag frá klokkan 16 til 18 við verkum hjá Heðin Kambsdal í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verurnar? Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.
Hin framsýningin við myndum hjá meistaragrafikaranum Mariusi Olsen er í Ribarhúsi í Fuglafirði og varir inntil 3.september. Hansara myndir, sum í løtuni hanga á Listasavninum og Skipasmiðjuni eru fullgóð prógv um, at Marius Olsen er í listarligum toppformi. Hansara myndevni eru ofta menniskju og landsløg, hann fær ómetaliga nógv burtur úr tómleika og speglingum og tað hvílir eitt sorgblítt huglag yvir mongum av hansara landslags- og bygda- og býarlagslýsingum, sum leggja upp til, at áskoðarin hugsar sjálvur t.d. tá ein grindil (strikukota) er sett oman á eitt landslag ella tá ein ælabogi er svarthvítur og litkort er sett undir myndina.
(KP)