Friday, August 23, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Jón Sonni Jensen





Meginparturin av Ólavsøkuframsýningini er myndir. Verkið hjá Jón Sonna Jensen er ikki nøkur mynd, tó at tað hongur á vegginum eitt sindur fyri seg sjálvt niðri í gamla salinum í Listasavninum. Einsamalla støðan leggur dent á, at talan er um eitt øðrvísi verk. Verkið minnir um eitt klæði og kundi verið eitt dømi um tekstillist, men eg haldi, at rætta sjangran í hesum føri man vera installatiónslist. Talan er um eitt stórt stykki av latex, 200 cm x 30 cm x 30 cm, sum listamaðurin hevur viðgjørt og litað og sum síðan er hongt uppá ein seym eins og var tað ein frakki ella eitt plagg av onkrum slag. Eg hoyrdi onkran í Listaskálanum umrøða verkið sum "Líkklæðið" og tað er kanska ikki so løgið, tí onkursvegna tykist tað merkt av fráveru. Tær mongu vøkru legdirnar í klæðinum minna eitt sindur um klassiskar standmyndir og í hesari assosiatiónini gerst áskoðarin varugur við, at persónurin vantar, sum klæðið plagar at vera sveipað rundanum. Samstundis sum verkið ber við sær ymiskar dramatiskar, klassiskar assosiatiónir, er okkurt ógvuliga viðbrekið við verkinum. Tunna líkklæðið minnir um eina membran, ella um húð ella um lívgøgn við tunnum æðrum, men hví er tað tá hongt uppá ein seym? Tað ber til at fáa nógvar søgur burtur úr hesum verkinum, sum skal síggjast har tað er framsýnt í Listasavninum. Farið sjálvi niðan og hyggið. Nú fer at vera síðsti møguleiki at síggja ella endursíggja Ólavsøkuframsýningina, ið verður tikin niður mánadagin.




(KP)