Sambært heimasíðuni www.torshavn.fo er sáttmálin um Reinsaríið nú undirskrivaður. Tað sær út til, at tónleikararnir sleppa inn í bygningin til várs. Tað skilst eisini, at bæði forkvinna í mentanarnevn býráðsins Helena Dam á Neystabø og borgarstjóri Heðin Mortensen gleðast um, at Reinsaríið verður tónleikastað og mentanarhús og vit gleðast sanniliga við teimum, men vóna tó, at ráð eisini vera til at varðveita Pæsastovu í ogn kommununar, tí Pæsastova er umráðandi mentanarsøgulig hús í Havn bæði við tað, at tey eru so gomul, sum tey eru, og ikki minst av tí, at Jens Chr. Svabo (1746-1824) búleikaðist nøkur ár í húsunum, har hansara virðismikla nótabók varð funnin í 1928. Pæsastova stendur á einum lista yvir fleiri bygningar hjá kommuni, sum skulu seljast til tess at fíggja keypi av Føroya Banka (Nordik).
Arbeiðið at gera Reinsaríið í Tórsgøtu til rútmiskt spælistað fer nú av álvara í gongd. Á ráðhúsinum í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Húsavarðatænastuna, sum hevði lægsta boð uppá góðar kr. 4.950.000. Tað er arkitektavirkið Kontrast, sum hevur ráðgivið og staðið fyri útbjóðingini. Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðist um, at arbeiðið við hesum søguliga húsið nú loksins verður gjørt liðugt. Hann rósti verkætlanini, ið tryggjar, at Reinsaríið verður ein prýðiligur og livandi karmur um tónleik og undirhald í miðbýnum. Fyri Sámal Erik Hentze, stjóra í Húsavarðatænastuni, var tað serligur heiður at sleppa at gera húsið liðugt. Tað var eisini Húsavarðatænastan, sum fyri nøkrum árum síðan umvældi og klæddi bygningin av nýggjum. Hann segði, at talan er um spennandi uppgávu, júst tí talan er um sermerkt hús, sum fær ein stóran leiklut í miðbýarlívinum framyvir, og tí skal lúka øll nútíðarkrøv. Forkvinnan í mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø, gleddist um, at Reinsaríið sum tónleikastað og mentanarhús í miðbýnum nú verður veruleiki. Neyðugi peningurin er fingin til vega, og arbeiðið at skipa sjálvt virksemið í Reinsarínum fer nú í gongd. Føroyski tónleikapallurin er í stórari menning, og Reinsaríið verður eitt týðandi aktiv í hesum, eisini fyri áhoyrararnar, segði hon. Sambært tíðarætlanini verður bygningurin avhendaður 7. mars 2014.
(KP)