Saturday, August 10, 2013

Er listin sín egin?

Tað er umráðandi at skilja í millum listafólk og teirra verk, men hetta letur seg sjálvandi ikki gera við tað, at listafatan altíð er kontekstuel. Tíðin og tíðarandin flyta seg alla tíðina og vit flyta við. Okkara hugsunarháttur er í núinum, og við tað, at vit eru politiskt korrekt, liggur væl fyri at fordøma syndararnar úr fortíðini. T.d. er tankin um djóravælferð nakað væl broyttur, síðani Karen Blixen skrivaði Den afrikanske farm í 1937. Mottoið til ta bókina var: "At ride, at skyde med Bue og at tale Sandhed". Í bókini hálovar hon leyvujakt og leggur dent á serligu kensluna av at drepa tey veldugu djórini, ein kensla, sum hon ber saman við einari góðari erotiskari uppliving. Fólkaslagið í Kenya, Kikuyarnar samanber hon við djór og metir, at teirra intelligensur ongantíð menti seg hægri enn støðið hjá einum níggju ára gamlum barni osfr. Tað er ikki eiti á, men tá vit lesa hennara framúrskarandi bøkur í dag, eru vit á sama hátt sum tá vit lesa Tintin í Kongo hjá Hergé, greið yvir, at hetta er partur av ráðandi kolonialistiska hugsunarháttinum tá. Men tað finnast misgerðir, sum ongantíð kunna fyrigevast og kunnu listafólk knýtast til ein ideologi, sum er grundarlag  undir tílíkum misbrotum, so er eldur í, ei undur í tí. Fyri tveimum árum síðani skemtaði danski filmsleikstjórin Lars von Trier í Cannes, tá hann á einum tíðindafundi segði seg skilja Adolf Hitler. Men tey vóru ógvuliga fá, ið flentu, og tað gjørdist ein heil lítil gøla burturúr útsøgnini hjá listamanninum, sum eisini hámetir bæði Albert Speer og Leni Riefenstahl, sum eru grundleggjandi kreftir innan ta fascistisku fagurfrøðina. Og ja, tey vóru sera dugnalig listafólk bæði tvey, sum bæði vóru í innringinum kring sjálvan Adolf Hitler. Tað er eingin ivi um, at Leni Riefenstahl var úrmælingur og einastandandi dugnalig, men hennara propagandaarbeiði fyri nazistarnar er hinvegin so mikið sannførandi, at hon ongantíð slapp undan naziskugganum. Her eru tveir áhugaverdir filmir, tann ovasta gjørdi Leni Riefenstahl, tað er propagandafilmurin Triumf des Willens frá 1935 og tann niðari er ein dokumentarsending um Riefenstahl frá 1993. Báðir filmarnir eru gjørdir út frá ávísum treytum, sum vit fata út frá nøkrum øðrum treytum og báðir filmirnir  er hugtakandi prógv um, at listin ikki er sín egin. Dokumentarsendingin sigur okkum frá lívinum hjá einari einastandani kvinnu, men eg haldi, at tað serliga eru tey narrativu millumbilini í filminum, sum eru áhugaverd, næstan rørandi; t.d. tá tann gamla konan kommanderar við filmsliðinum í einari vónleysari roynd at stýra sínum egna eftirmæli. Hennara roynd at fáa estetikkin at viga meira enn etikkin miseydnast fullkomiliga, men royndin er ikki óinteressant. Leni Riefenstahl doyði 101 ára gomul fyri tíggju árum síðani.











(KP)