Sunday, August 18, 2013

Íslandsvika - á frændafundi

24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.

Hóma tit eitt tema?

Ja, henda vikan er Íslandsvika.

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við nakrar tekstir frá Frændafundi, sum var í Føroyum 2007. Hesir fyrilestrarnir og fleiri frá 2007 eru prentaðir í ritinum Frændafundur 6.




Einar Skúlason
“Eg eri hetta fólkið”

Í seinastu øld vaks nøgdin av innflytarum í Íslandi lítið. Útlendskir ríkisborgarar vóru leingi umleið 1,5 – 2% av fólkinum í landinum. Eftir árið 1995 fór talið av innflytarum at hækka í kjalarvørrinum á munandi framgongd í vinnulívinum. Talið er síðani vaksið í sama mun sum útboðið av arbeiði, og teir seinastu 18 mánaðirnar hava teir fjølgast sum ongantíð fyrr; hetta sama tíðarskeiðið hevur arbeiðsloysið yvirhøvur verið 1-1,5 % og tí hevur í veruleikanum trotið fólk í vinnuni (natúrligt arbeiðsloysi er um 2,5 %).

     Útlendskir ríkisborgarar vóru tann 31. desember 2006 um 18.500 ella um 6 % av íbúgvum Íslands. Nógv teir flestu eru úr Póllandi ella um 30 %. Um somu tíð vóru umleið 32.000 íslendskir ríkisborgarar búsettir uttanlands.

     Í fjølmiðlaumrøðuni í Íslandi og í dagligum práti manna millum hava alskyns fordómar og ótti gjørt vart við seg. Innflytarar hava uttan søk verið settir í samband við økta tídd í lógarbrotum, hættisligar smittusjúkur og spilling av máli og mentan Íslands. Vanligt er at vísa til innflytarar sum ein bólk og eyðmerkja teir sum arbeiðsmegi ella “hetta fólkið”. Sannleikin er, at innflytarar í Íslandi eru úr stívliga 130 londum og eru nógv ólíkari sínámillum enn innfødum íslendingum. Tí ber ikki til at rættvísgera einfaldar bólkanir. Teir flestu trívast væl, og teir tykjast at trívast betur, sum hava okkurt samband við samfelagið, annaðhvørt vegna maka, góðar vinir ella við at hava fingið gott tamarhald á íslendskum máli. Spurningurin er bara, hvussu framtíðin verður.