24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á
Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum
hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í
Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við
Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.
Hóma tit
eitt tema?
Ja, henda
vikan er Íslandsvika.
Listablogurin
hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum
sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.
Olga Soffía
Bergmann (1967) brúkar ofta funnar lutir, sum hon viðger á ymsan hátt og sum
hon setir inn í sína list, so at ein nýggjur heimur verður skaptur, ein nýggjur
veruleiki, har vísindi, náttúra og menniskjað eru høvuðspartar.