Tuesday, August 20, 2013

Íslandsvika - á frændafundi

24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.

Hóma tit eitt tema?

Ja, henda vikan er Íslandsvika.

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við nakrar tekstir frá Frændafundi, sum var í Føroyum 2007. Hesir fyrilestrarnir og fleiri frá 2007 eru prentaðir í ritinum Frændafundur 6.
 
K. Hulda Guðmundsdóttir
Samkynd og siðmenning
                                                                          Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum
                                                                                       eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit
                                                                                       vistu ikki betur.
                                                                                       Nei, eftir hinum heilaga, Sum kallaði
                                                                                       tykkum, skulu eisini tit verða heilag í øllum
                                                                                       atburði tykkara; tí skrivað er: “Tit skulu vera
                                                                                       heilag, tí Eg eri heilagur.” (1 Pt 1.14-16)
 
Paulus ápostul legði sær nær at stovna serlig samfeløg við trúboðsferðum sínum, eins og lýst er í Ápostlasøguni í Nýggja testamenti og birtist í brøvum NT. Alt frá teirri tíðini hevur hin paulinska fatanin av, hvat var rættur lívsháttur, myndað kristna áskoðan á siðalagsligar eginleikar og trúarligt levnað; tað sum vit kenna sum siðmenning.
     Háttalag Paulusar var sundurgreining og kemur til sjóndar í, at hann nýtir litrík hugtøk um hagios, ella electus, t.e. hini heilagu, útvaldu, guddómligu o.s.fr.; hesi griksku hugtøkini kunnu týðast á ymsan hátt alt eftir samanheingi sínum. Í tilvísingini her omanfyri sæst, hvussu hagios verður nýtt sum samheiti fyri tey, ið hava tamarhald á sær sjálvum; tað er endamálið og ýtið hjá electus.
     Í fyrilestrinum verður hugt at “samkynd” út frá tí kristna kravinum um menniskjað sum hagios. Samtykkjast hesi bæði?