Listablogurin
hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum
sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.
Ásmundur
Ásmundsson (1971) bjóðar listini av í mun til hennara veikleikar og møguleikar.
Hann avdúkar í sínum verkum meiningsloysið í modernaðu tilveruni, men fagnar tí
eisini, hann vísir á smakkloysið hjá sivilisatiónini, men eisini á hennara
reinleika, hann leypur á listafólkaeinstaklingin, men hámetur hann samstundis.