Friday, August 2, 2013

Haldgóð Heyst-Summarframsýning



Satt at siga er hetta ikki fyrstu ferð, eg má leita í orðaskjáttuni eftir rætta orðinum, tá orðið, sum fellur mær í huga, tá eg skal lýsa eina framsýning, er danskt. Tað er orðið gedigen, eg hugsi um, og sum á føroyskum merkir nakað tað sama sum, at Summarframsýningina hjá Heystbólkinum,framsýningin er haldgóð, ektað og dygdargóð. Eingin ivi er um, at henda framsýningin er føroysk í sinn og skinn. Hon er heldur minni í vavi enn hon hevur verið áður, tí allir limir í bólkinum ikki taka lut, men hon minnir allíkavæl nógv um Heystframsýningarnar, sum hava verið, og tað merkir tað sama sum, at tað snýr seg um eina góða, fjálga framsýning við ekspressionistiskari list, sum er lutfalsliga hevdbundin og sum í støðum er eins og ein ferð aftur í tíðina.

Samanumtikið hevur framsýningin ein ljósan, lættan dám, ljómandi litirnir hóska summarinum til og framsýningarrúmið er enn vakrari enn tað plagar, nú endaveggurin er bygdur saman til ein stóran, reguleran vegg. Her hanga stóru málningarnir hjá Hjördis Haack, sum eru veruleikakendar náttúrumyndir við stórum, illusionistiskt málaðum gullrammum. Hesi verkini kundu verið eitt slag av víðarimenning av teimum myndunum, sum hon hevði við á seinastu Heystframsýningini, meginreglan er í øllum førum tann sama við sjónarringinum, sum er koppaður á skák. Horisontlinjan gongur næstan diagonalt gjøgnum myndaflatan og myndirnar eru hongdar á skák á veggin soleiðis, at sjónarringurin gerst nøkulunda beinur. Hjördis Haack hevur áður arbeitt við stórslignum speglingum í gátuførum og hugtakandi náttúrulýsingum, hon er ein ómetaliga dugnaligur málari, men hesa ferð má eg viðganga, at eg umframt árinið við koppaða sjónarringinum, havi heldur ilt við at fáa nakað burtur úr hennara verkum. Eg havi í onkrum ummæli av Heystframsýningini staðfest, at standmyndirnar hjá Andriasi Andreassen tykjast rættiliga gamaldags og hetta er av sonnum eisini galdandi fyri hansara standmyndir á verandi framsýning. Støðið undir hansara royndum er fronsk standmyndalist miðskeiðis í 19.øld, men eg haldi, at tann eina portrettmyndin av einari grønlendskari kvinnu er kensluborin og vøkur (og heilt øgiliga gamaldags).



Málningarnir hjá Bárði Jákupsson eru ómetaliga vakrir. Teir skyggja í djúpum, gyltum og okker litfarrum, ið fjálga um tey lýsandi bláu og violettu, rytmisku málningastrokini, sum savnast av svørtum klettum og djúpgráum támi. Dygd merkir somuleiðis málningarnir hjá Zachariasi Heinesen, serliga eina lítla kompositión við grundlitunum, sum er dømi um hvussu einfalt tað ber til at skipa eitt framúrskarandi avbrigdi av føroysku grundmyndini, sum Zacharias Heinesen sjálvur hevur verið við til at skapa við støði í føroyskari naturalismu og franskari impressionismu. Klassiskir og framúr góðir eru somuleiðis teir ultramarinbláu málningarnir hjá Tróndi Patursson, men hann hevur eisini ein vakran glasmálning, sum ljós er aftanfyri og sum er partur av eini altartalvu til kirkjuna í Vrå. Glasmálningurin avmyndar ein mansfigur miðskeiðis í bláa myndarúminum, men . Í mun til stílin í glasmálninginum, tykist hesin mansfigururin ikki serliga væl eydnaður, hann minnir meira um eina fittliga illustratión uttan neyðuga dramatiska tyngd, sum hann kundi sæð út í eini barnabók ella teknirøð.


Standmyndirnar hjá Brandi Patursson minna aftur hesa ferð um fremmandar verur, alien, sum hava verið úti fyri týning av onkrum slag. Nonfigurativu myndirnar hjá Hansinu Iversen eru aftur á hesari framsýning dømi um ein málara á toppinum, sum veit hvat hon vil og sum er nóg roynd og dugnalig til at gera júst tað, sum hon ætlar og tað sama er galdandi fyri Marius Olsen, sum er farin at eksperimentera við myndastøddum. Hann hevur gjørt nakrar elasmáar etjingar, sum eru ómetaliga væl úr hondum greiddar. Myndevnini hjá honum eru sum vant av landsløgum og fólkum. Gestur á framsýningini í ár er finska Ilona Raipala, hvørs frægastu myndir tykjast vera inspireraðar av myndamálinum hjá Mariusi Olsen, eitt nú er búrið hjá tikaranum evnað til av einum grindli (strikukotu). Hin grafikarin í bólkinum, Bjarne Werner Sørensen arbeiðir á ein heilt annan hátt enn tey bæði, í nonfigurativum myndum, ið vísa á teir mongu møguleikar, sum henda millum grundmótsetningarnar svart og hvítt skapa. Tummas Jákup Thomsen hevur eina hugfarsliga røð av pappírsmyndum av sonevndum pílahúsum saman við einum hangandi lítlum objekti, sum somuleiðis ímyndar eitt pílahús.


Torbjørn Olsen prógvar, at hann er ein av okkara bestu málarum í kvinnumyndunum, sum ikki eru so eindimensionelt erotiskar, sum tær hava verið áður, men sum tykjast poetiskar, frásagnarligar og dramatiskar. Serliga tann stóri reyði oljumálningurin hugtekur. Hann avmyndar eina unga kvinnu, sum liggur nakin á eini song miðskeiðis í myndarúminum. Hetta er í grundini ikki nøkur vanlig portrettmynd, men minnir meira um eina symbolska mynd, eitt avbrigdi av gamla myndevninum av gróðrarmiklu gentuni og lívsoyðandi deyðanum. Myndevnið stavar afturi úr miðøld/renesansu, men deyðsfikseraðu symbolistarnir síðst í 19.øld høvdu sjálvandi stóran áhuga fyri tí. Eivør Pálsdóttir trívur í sama evni í sanginum True Love, sum Heiðrik á Heygum gjørdi videolag til. Myndin hjá Torbirni Olsen eitur "Eitt brotsverk" og hon vendir klassisku mótstillingini við lívsjáttandi ungu kvinnuni og deyðanum við. Eitt nú sær gentan út til at vera á tremur av lívi, meðan gerningsmaðurin, listamaðurin bert anir kámt afturi í reyða myrkrinum. Henda meistaraliga myndin fevnir sostatt eisini um eitt sjálvsportrett, har listamaðurin lýsir seg sjálvan í nøkrum fáum, eirindaleysum strikum. Søgan, sum verður søgd er fleirtýðug og eins stórbær, sum bara Torbjørn Olsen  megnar at mála í eini ekspressivari mynd, sum er sannførandi og sum eisini ger tað líka mikið um stílurin er gamaldags ella ei. Farið sjálvi og hyggið.  Framsýningin í Listahøllini á Rundingi á Skipasmiðuni er opin inntil 18.august hvønn dag frá klokkan 15-18.








Tróndur Patursson


Hansina Iversen

Tummas Jákup Thomsen


 Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Andrias Andreassen

Ilona Raipala


Ilona Raipala

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson

Andrias Andreassen

Zacharias Heinesen

Zacharias Heinesen


Bjarne Werner Sørensen

Hjördis Haack


Hjördis Haack

Brandur Patursson

Brandur Patursson

Marius Olsen

Marius Olsen

Hansina Iversen



Tummas Jákup Thomsen


Tummas Jákup Thomsen












(KP)