Friday, August 30, 2013

Vit seta nýggja kós við nýggjum mótmælissangi frá Eyðuni Nolsøe





Summi syngja hvør sítt lag
Hoyrist onki niðurlag
Snúgva bert um sjálvan seg
Gáa ei um teg og meg
Koma dagar koma ár
Kemur vetur kemur vár

Loyst úr hafti hugsjón er
Hvør í sjálvdrátti nú her
Felagsandi frælsismál
Rúmast ei í okkar sál
Tað er fjálgt at sæta sær
Sum um ongin annar var

Fýkur fonn um hvítan teig
Her er ein tjóð á vandaleið
Nú er stundin til at rakna við og seta nýggja kós

Har ið frælsi verður skert
Tykist lívið lítisvert
Og har órættvísið er
Fólksins vilji sigur ber
Til ein frían ljósan dag
Lýggir vindar boða tað

Enn fýkur fonn um hvítan teig
Enn er ein tjóð á vandaleið
Enn er stundin til at rakna við og seta nýggja kós

- Saman standa vit tó sterk
Hetta land er okkar verk
Gjøgnum øldir mikið stríð
Lunnar undir hesa tíð

Ivast ei um egnan mátt
Tjóðarglæman lýsir brátt
Samhaldsfestið frammum alt
Onki vald ið ger sær dælt
Koma dagar koma ár
Kemur vetur kemur vár

Ferðast lot um grønan teig
Her er ein tjóð úr vandaleið
Tí at stundin kom at rakna við og seta nýggja kós




Yrking: Eyðun Nolsøe
Mynd: Álvur Haraldsen