Saturday, August 17, 2013

Íslandsvika - dagsins listafólk

24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.

Hóma tit eitt tema?

Ja, henda vikan er Íslandsvika.

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við einum sindri av samtíðarlist frá frændum okkara fyri vestan.




Thóroddur Bjarnason (1970) granskar í kompleksum relatiónum millum áskoðara og verk og millum tað, sum er til í løtuni og tað sum er varandi. Hann setur spurningar í mun til hvat tað er sum ger, at summar upplivingar vera verandi í minninum, broyta søguna, ávirka okkum sum menniskju og fáa týdning, meðan aðrar hvørva og verða gloymdar alt fyri eitt.