Wednesday, August 7, 2013

SS14 BARBARA Í GONGINI OG ORKA - showið verður varpað beinleiðis gjøgnum internetið

Fríggjakvøldið klokkan 20 føroyska tíð sýnir Barbara í Gongini fram á Copenhagen Fashion Week og hesa sýning hava øll áhugað møguleikan at uppliva, tí showið verður sent beinleiðis á heimasíðuni hjá Berlingske Tidende.

Avantgardistiska Barbara í Gongini er kend fyri at gera dramatisk show, eitt nú hevur Eivør framført live mitt í einum av hennara showum og hesa ferð verður tað ikki minni áhugavert. Saman við BARBARA Í GONGINI kollektiónini SS14 fer ORKA at framføra tilfar frá teirra komandi útgávu umframt partar av samstarvsverkinum "Outer Dark", sum Barbara í Gongini og Orka sýna fram í Museum Angewandte Kunst í Frankfurt inntil september.

http://www.b.dk/mode/se-utzons-modeshow-for-2014-direkte-paa-b.dk






(KP)