Ársins Ólavsøkuframsýning í Listasavninum inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Framsýningin er í síni heild umrødd og presenterað væl og virðiliga í útvarpi, sjónvarpi og í bløðunum, men nógv eru verkini, sum als ikki eru nevnd. Til stuttleika havi eg valt nøkur út og fari komandi dagarnar at hava smáar viðgerðir av einstøkum verkum á Ólavsøkuframsýningini her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25. august.
Sum kurator av eri eg ikki minst fegin um tey mongu ungu, sum taka lut í Ólavsøkuframsýningini í ár, tí eg haldi tað vera umráðandi at fáa tey ungu á pall og í gongd. Myndina ovast hevur Saga Kapna málað. Saga er 19 ára gomul og hon var eisini við á Várframsýningini, sum var í Listasavninum herfyri. Myndin hjá henni á Ólavsøkuframsýningini er betri soleiðis at skilja, at hon ikki er so eindimensional pen sum hin, her er meira úttrykk og meira uppá spæl. Málihátturin er ungur, men minnir í stíli um eitt millumting millum Marlene Dumas og Beintu av Reyni og yvirhøvur fotobaserað málarí í 00´unum. Myndin á Ólavsøkuframsýningin er lutfalsliga lítil og eitur "Angry bitch", hon er málað á træ og er ein portrettmynd av eini óðari ungari gentu, sum er avmyndað í profil. Myndin er estetiserandi, eingin ivi er um, at tað hevur týdning hvussu mann sær út, eisini tá mann er ónøgd. Av tí, at myndarúmið er so lítið sum tað er og høvdið á gentuni er so stórt sum tað er, og kroppurin er ómetaliga lítil og klænur, hevur myndin okkurt klaustrofobiskt og anatomiskt avskeplað yvir sær, sum er ørkymlandi og sum verður styrkt av, at myndin av ungu gentuni er svørt og hvít eins og ein gomul fotomynd. Hervið fært tú umhvarvið av einari tragiskari søgugongd, tað minnir um strævnan pubertet, sum hjá summum gerst so út av lagið torførur, at tey svølta seg sjálvi í vónleysari roynd at stýra tilverunnar kaos. Men hetta er júst ikki ein instagram "thinspiration" mynd, men eitt fleirtýðugt málað verk, sum vekur ymiskar assosiatiónir í áskoðaranum, og tær eru ikki bara daprar. Myndin av teirri fratøru gentuni tykist hevur eisini eitt skemtiligt brá. Saga Kapna er ein evnarík ung kvinna, tað verður spennandi at síggja meira frá henni í framtíðini.
Angry Bitch í góðum selskapi millum Sunnumorgun, standmyndina av eini bygd hjá Tummas Jákup Tomsen, Longsul hjá Ludvík á Brekku og svørtu-hvítu fotomyndirnar hjá Bruno Mikael Eysturstein.
(KP)