Danski listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard hevur í fleiri umførum arbeitt í Steinprenti og fyri stuttum gjørdi hann eina væl eydnaða røð av prentum í Steinprenti. Jonas Hvid Søndergaard hevur nú eina stóra framsýning í Himmerlands Kunstmuseum inntil 10. oktober 2013. Lisbeth Bonde hevur skrivað eina áhugaverda grein um framsýningina í tíðarritinum Kunst, har hon m.a. skrivar:
"Málningarnir eru onkursvegna amorfir ella skapleysir, samstundis teir hava eitt rættiliga neyvt "orðatilfeingi". Jonas Hvid Søndergaard spælir við hetta tilfeingi á sama hátt sum Claus Carstensen ger tað, og sum í eginleikanum sum professari á kunstakademinum hevur verið íblástur hjá Jonas Hvid Søndergaard. Spennivíddin í málningunum er stór og endurtekur tær skapandi kreftirnar í alheiminum. Listamaðurin tekur frítt frá stóra myndabankanum í listasøguni og blandar tilsipingar til popplist, minimalismu, surrealismu og abstrakta ekspressionismu saman. Talan er um ein syndraðan ella kaleidoskopiskan kompositiónshátt, har Hvid Søndergaard granskar málarí evnisliga og formelt. Risastóru støddirnar geva okkum møguleika fyri at uppliva málningarnar likamliga 1:1, tí vit so at siga verða malin inn í málningarnar sum stóðu vit á einum fjalli og hugdi oman yvir eitt risastórt landslag. Rúm, dýpd, evni og flata verða sett í spæl í verkunum, sum rúka avstað frá blendrammunum við eini øgiligari orkugerð, sum plantar seg í áskoðaran."
Eisini í hansara steinprentum brúkar Jonas Hvid Søndergaard ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar opnar og lívsjáttandi, eg haldi, at myndamálið í støðum minnir um onkrar myndir hjá Anker Mortensen, sum eisini hevur brúkt religiøsan symbolikk. Eftir ætlan verða nøkur nýggj prent hjá Jonas Hvid Søndergaard og nøkur eldri prent hjá Anker Mortenenen við á einari framsýning í Steinprenti í heyst.
Og til seinast ein mynd av listamanninum í Steinprenti við fesku prentunum aftanfyri