Monday, August 19, 2013

Ásmundur Poulsen - Forkunnug fotomyndaframsýning í Korndalsgarði á Eiði



Í sambandi við, at Korndalsgarður, Barnagarðurin á Eiði fyllir 5 ár, verða ymisk tiltøk, m.a. letur ein framsýning upp fríggjadagin 26.august klokkan 17.30 við myndum hjá fotografinum Ásmundi Poulsen. Hetta er ein framsýning, sum dóttirin, Kinna Poulsen hevur kuraterað og sum var framsýnd í Steinprenti fyrr í ár. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum fotografurin sjálvur hevur framkallað.

Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotografur, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum við heitinum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, bygda- og býarløg og um portrettmyndir av kendum sum ókendum, t.d. av William og Lisu Heinesen, Olaf í Garði, Jóhan í Djónastovu (sum var verfaðir fotografin) og Kjartan Mohr, sum er fotograferaður meðan hann prátar hugaliga við tey kongaligu undir einari kongavitjan.

Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild, hetta er eitt nú galdandi fyri framúrskarandi myndina av hoyfólki í Bø, sum um somu tíð er fevnd av dapurleika og lívsjáttan. Summar av portrettmyndunum tulka persónsmenskuna hjá teimum portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari serstakliga vakrari mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið áskoðaranum og síggja okkurt, sum hann ikki sær.


Forlagið Í Støplum við John Dalsgarð hevur givið út bók við myndum hjá Ásmundi Poulsen, sum verður til sølu á framsýningini. Eiðis Kommuna hevur stuðlað útgávuni og tað sama hava Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna og Eik Banki. Framsýningin við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen verður at síggja í Barnagarðinum Korndalsgarður, Foravegi 11, Eiði. Opið er: fríggjadagin 17.30, og leygardagin 27.aug og sunnudagin 28.aug frá klokkan 16 til 20.






 (KP)