Men við tí úti úr skipanini fari eg víðari við rósi, tí eg haldi í grundini, at brotið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevði um mentan í ólavsøkurøðuni í ár var eins skilagott og tað var stutt. Brotið ljóðar soleiðis: "Tjóðin er rík, tí okkara mentan stendur í blóma, sum í fjølbroytni setir sín dám á okkara tilveru. Á hesum oyggjum býr eitt skapandi fólk, eitt tilfeingi, sum vit stuðla og virðismeta. Skapandi listin gevur okkum nógvar góðar og virðismiklar upplivingar innan tónleik, myndlist, sjónleik og tað skrivaða orðið. Ætlanin er at seta eitt lista- og mentanarráð við tí endamáli at samskipa mentanarstuðulin betri og styrkja fakligu ráðgevingina."
At eg sjálv eri ein sonevndur listaserkønur persónur hevur møguligvís eitt sindur við málið at gera, og tað er kanska eitt sindur ov eyðsæð, at eg haldi, at vit eiga at bøta um og styrkja fakligu ráðgevingina. Men tað haldi eg og eg haldi, at tað er lemjandi fyri politiska mentanarkjakiðð, at tað ALTÍÐ er onkur forbrendur politikari, sum fer upp á røðarapllin, tá mentan er á skránni og ber fram okkurt avbrigdi av hesum óbegávaða setningi :"Men hvør kann í grundini avgera hvat tað er fyri list, vit skulu stuðla?". Hesum kóri syngur løgmaður tíbetur ikki við í.
At eg eisini sjálv eri í mentanargrunni landsins ávirkar kanska mín hugburð í mun til ólavsøkurøðuna. Mær dámar væl at hoyra, at mentanarstuðulin skal samskipast betri. Tí eg veit, at hann ikki fungerar optimalt, tí eg veit, at peningurin ikki altíð verður brúktur har, sum størsti tørvur er á honum og tí eg haldi, at tað er neyðugt fyri listastuðulin, fyri at hann skal yvirliva, at peningurin verður brúktur á skilabesta hátt. Tað er ikki bara paranoidar løtur, at eg illtonki allar politikarar, sum ikki vilja broyta stuðulsskipanina fyri at ætla sær at avtaka hana við ikki at kunna vísa á hvussu neyðug hon er í samfelagnum.
At orðið tjóðpallur og mong onnur umráðandi orð ikki vóru partur av ólavsøkurøðuni er sjálvandi heldur ivasamt, men fær Sambandsflokkurin upp í lag at stovna eitt listaráð henda komandi mánaðan (hvussu langa tíð tók tað í grundini at innføra flatskattin?), ja so kann listaráðið jú arbeiða við øllum tí, sum løgmaður gloymdi í rokanum ólavsøkudag.