Heystið er frálíkt á so mangan hátt, litirnir í landslagnum gløða og tað gerst ordiliga hugnaligt at sita inni, men eisini at fara út at uppliva mentan. Í Sjónleikarahúsinum fara tey at seta ein sangleik upp, sum Elin á Rógvu hevur gjørt, eg veit ikki enn hvat Tjóðpallurin fer at borðreiða við, har stendur einki í teiginum "Komandi leikir" á teirra heimasíðu. Í dag letur ein framsýning við málningum hjá Bárði Oskarsson upp í Listasavninum. Í tíðindaskrivinum frá savninum stendur:
Reyður skelkur!
Verður ivaleyst tað ið flestøllum kemur til hugs, tá tey síggja framsýningina hjá Bárði Oskarssyni á Listasavni Føroya. Á framsýningin eru 36 spildurnýggir fýrakantaðir málningar, summir teirra eldri umframt nakrar tekningar til barnabøkur, sum ikki eru gjørdar enn. Sum vant hevur Bárður Oskarsson menniskjafigurin – ella tað, sum líkist – sitandi við eitt borð mitt í myndini. MEN ongatíð áður hava hansara smáfólk, kaninir, íkornar, dvørgar og einglar verið so illa viðfarin, sum í hesum førinum. Reyði tráðurin í framsýningini er reyði liturin – og tað er ikki merkiligt. Stórir krabbalíknandi vølir vaksa út úr andlitunum, serliga uttan um eyguni, og ofta fossar blóðið úr einum knústum eyga, um tey ikki lýsa reytt, sum eitt ávaringarljós. Menniskjans viðkvæmi í einum fíggindaligum heimi verður í óhugnaligan mun víst fram, og alt verður uppaftur meira skelkandi, tí tað júst eru fittlig smáfólk, sum verða rakt. Hinvegin er har eisini eitt frígerandi strekki til tað ræðuliga og kenslusama. Bárður Oskarsson hevur altíð verið ein frálíkur teknari, og tær nýggju myndirnar eru næstan teknaðir málningar – ella málaðar tekningar. Alt er lætt, fínligt og ótrúliga væl gjørt – næstan cool – og myndirnar snúgva seg eisini um seg sjálvar. Tær eru allar fýrakantaðar, tær hava allar ein figur í miðjuni, tær eru gjørdar á sama hátt og hava sama litaval: hvítt, grátt – og reytt. Innan fyri hendan karm rannsakar listamaðurin spenningin millum rørsluna í figurin og støðufestið í rammuni, millum flata og rúm, millum ætlan og skap, millum linju og form, striku og lit. Við øðrum orðum ein rannsakan av myndarinnar egnu lutum. Hvussu fjølbroytt ber tað til at arbeiða innan fyri somu skrá? Myndirnar á framsýningini eru sostatt horror, sum samstundis er cool og tær seta eisini við hesum muruna í listini í miðdepilin. Jú, hon skal tala til okkara kenslur, men hon ger tað altíð eftir egnum treytum – við einum argandi brosi. Ta heitaru og skemtiligaru síðuna av listini hjá Bárði Oskarssyni hevur framsýningin (tíbetur) eisini dømi um, nevniliga hansara myndir til barnabøkur. Her kunnu vit gleða okkum um hansara suverenu syntesu av tí einfalda og sniðfundiga. Tær myndinrnar eru ikki bara fyri børn, men eisini fyri vaksin. Til framsýningina er útgivin ein bóklingur við tekstum eftir Turið Sigurðardóttir, Fróðskaparsetur Førya, danska listasøgufrøðinginum Birgitte Zacho og Nils Ohrt.
Eisini fer Guðrið Poulsen at sýna fram í Listasavninum í heyst frá 11.oktober til 24.november, men áðrenn tað, mikukvøldið 28.august fer Nils Ohrt at hava fyrilestur um Ruth Smith í sambandi við, at listakvinnan hevði fyllt hundrað ár í ár. Janus Kamban var somuleiðis føddur í 1913 og hann skal eisini feirast sjálvandi. Sambært heimasíðuni hjá Listasavninum verður m.a. samrøða millum myndahøggaran Hans Paula Olsen og Nils Ohrt um Janus Kamban. Eg vóni eisini, at okkurt verður gjørt burtur úr grafikkinum hjá Janusi Kamban, sum kanska ikki er undirmettur, men sum tykist burturgloymdur, og sum eg haldi er nakað av tí allarbesta, sum vit eiga av føroyskari myndlist.
Í Norðurlandahúsinum tykjast tey ikki endiliga so myndlistarliga fokuserað nú Summarframsýningin er tikin niður. 1.september verður 100 ára minningarhald fyri Erlendi Patursson, sum var kendur politikari og ein av stovnarum tjóðveldisfloksins, umframt at hann var ein av undangongumonnunum at fáa Norðurlandahúsið bygt. Fjølbroytta skráin inniheldur framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki. Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og politikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis. Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sigurðardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi. At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi. Afturat framløgunum verður felagssangur og tónleikur við Tórshavnar Manskóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, Ólavi Jakobsen og Andreu Heindriksóttur. Fríggjadagin 6. september kl. 20.00 verðu talufrælsið á skránni í Norðurlandahúsinum, tá blaðstjórin Flemming Rose fer at greiða frá um tá hann valdi at prenta tólv tekningar av Muhammed profeti í Jyllandsposten í 2005
Fríggjadagin ein áhugaverd konsert verður 8.september, tá norðurlendskir tónleikaúrmeælingar seta ein av mest kendu tónlistaverkunum um árstíðirnar, Quatro Estaciones Portenas hjá
Astor Piazzolla upp móti nýskrivaðum verkum, sum eru bíløgd frá norðurlendsku
tónaskøldunum Sunleif Rasmussen (FO), Fredrik Österling (SE), Rasmus Zwicki
(DK) og Martin Bauck (NO). Tónleikararnir eru hvør sær
virðisløntir og hava týðandi solokarrieru - teir eru "á ovasta hyll í
tónleikalívinum í Norðurlondum".
Ein partur av New Nordic framsýningini hjá danska listasavninum Louisiana verður at síggja í Norðurlandahúsinum. Tann parturin, ið verður framsýndur í Føroyum ber heitið “Norðurlendsk Leikhús” og tekur støði í spurninginum “hvat er norðurlendskt fyri teg”? Ein breiður skari av norðurlendskum listafólkum hava fingið til uppgávu at svara hesum spurningi við at fylla ein lítlan kassa við tí, tey hvør í sínum lagi, best halda svarar spurninginum. Eitt av listafólkunum, ið fekk hesa uppgávu er føroyski sniðgevin Guðrun Ludvíg, og verður hennara kassi eisini at síggja í Norðurlandahúsinum. Framsýningin opnar fríggjadagin 6. september kl. 17.00 og er opin til og við sunnudagin 3. november.
Og bara tí eg nú manglaði okkurt myndlistarligt ramasjang, so taki eg hesa myndina við hjá J.F.Willumsen av einari damu við kettu, og sum verður at síggja á eini framsýning í Fredrikssund, har tey feira, at 150 ár eru liðin, síðan danski listamaðurin J.F. Willumsen varð føddur. Claus Carstensen hevur saman við Christian Vind kuraterað eina serstaka framsýning, sum sameinir verk hjá Julian Schnabel og Picabia við verk hjá Willumsen. Kanska verður myndin The Unknown Painter and The Muse He Will Never Meet hjá Schnabel frá 2011 við. Tað má mann vóna, tí hon er herlig. Framsýningin letur upp 8.september, sí meira um ta framsýningina niðri undir her. Gleðiligt mentanarheyst øll somul.
http://www.jfwillumsensmuseum.dk/index.php?id=277
http://www.jfwillumsensmuseum.dk/index.php?id=277
(KP)