Tuesday, August 13, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Jóhan Martin Christiansen



Ársins Ólavsøkuframsýning inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Framsýningin er í síni heild presenterað og miðlað í fjølmiðlunum, men nógv eru verkini, sum als ikki eru nevnd. Til stuttleika havi eg valt nøkur út og fari komandi dagarnar at hava smáar viðgerðir av verkum á Ólavsøkuframsýningini her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25.august.


"Lazarus" eitur eitt áhugavert verk á Ólavsøkuframsýningini 2013, tað er ein lítil mynd hjá Ingálvi av Reyni, sum ungi listamaðurin Jóhan Martin Christiansen hevur vent við so, at hon hongur á høvdinum. Upprunaliga er tað ein kyrrlutamynd, sum Ingálvur av Reyni málaði í 1973, ein vøkur mynd, sum ímyndar eina geometriseraða uppstilling av ymsum lutum á eini flatu. Grundhugskotið við at venda verkum á høvdið og at listafólk viðgera verk hjá hvørjum øðrum er als ikki nýtt, og innan modernistiska list, har intertekstualitetur, tilsipingar og negatión eru megintættir, kunnu vit næstan kalla tað fyri ein part av eini meginrørslu við ikonoklastiskum listaverkum, sum handfara ella "defaca" eksisterandi verk. Eitt av teimum kendastu er verkið hjá Robert Rauschenberg "Burturviskaður De Kooning" frá 1953.

Umvendingin av myndini hjá Ingálvi av Reyni er framd við loyvi frá familju og savni og eg veit hon er framd við størstu hávirðing, inspirerað av stóra týdninginum, sum Ingálvur av Reyni hevur listarliga fyri Jóhan Martin Christiansen og sum forrestin eisini sæst á hinum verkunum hjá honum á Ólavsøkuframsýningini. Upprunaliga hugsaði Jóhan Martin Christiansen um at gera eina videoinstallatión til at hava saman við umvendingini og í sambandi við hesa ætlan hevði Jóhan Martin Christiansen eina samrøðu við meg, sum fyrst og fremst snúi seg um anekdotir, ordiliga uppá tann typiskt føroyska, hugnaliga mátan, sum gevur einstaklinginum eitt pláss í uppmerksemissólini í núinum við støði í fortíðarminnum um slekt og samfelag: "Hvat minnist tú um Ingálv av Reyni". Og sjálvandi minnist eg alt møguligt, eri uppvaksin í sama grannalagi uppi á Lützenstrøð, har Ingálvur av Reyni búði saman við familjuni, so eg eri á tremur av anekdotum, sjálvt um eg satt at siga ikki veit eina einastu anekdotu at siga um tann mannin og ta familjuna, sum búði við síðuna av Ingálvi og teimum og tað er í sær sjálvum hugvekjandi.

Samstundis sum eg gjørdist eitt sindur kløkk av, at tann ungi listamaðurin troystaði sær niður á anekdotustøði, so setti henda samrøðan við Jóhan Martin gongd á rættiliga nógvar tankar um listareseptión. Mín egna anekdota tók støði í barndóminum í sjeytiárunum, tá vit plagdu at svimja í uttandura svimjihylinum uppi í Gundadali har sum Badmintonhøllin er í dag. Tá sum nú vóru vit børn eitt sindur beindovin, tá tað ráddi um so mikið langar frástøður sum niðan í svimjihylin, men vit kundu ikki droymt um at spurt okkara foreldur um at koyra okkum teinin niðan, tí vit vistu okkum at fáa noktandi svar og ofta vóru foreldrini til arbeiðis. Í staðin spurdu vit Ingálv av Reyni, tí vit vistu hvussu ilt hann hevði við at siga nei, og at hann kundi finna uppá at játta at koyra okkum niðan í svimjihylin, sjálvt um tað sást á honum, hvussu illa tað í grundini passaði. Eg áni ikki hvussu ofta hetta í roynd og veru hendi. Alt sum hendi í barndóminum ber jú brá av ævigum endurtøkum, kanska hendi hetta í veruleikanu bert fáar ferðir. Men eg veit, at orsøkin til, at tað situr so fast í mínum minni kemst av tí serliga status, sum Ingálvur av Reyni hevur. Eg ógvist sjálvandi við tankan um at hava órógvað ein legendariskan málara í hansara umráðandi arbeiði, men eg havi fyrst og fremst samkenslu við Ingálvi av Reyni og hansara eyðmýkt og sjálvsundirtrykkjandi atburði, tað man hava verið ómetaliga strævið hjá honum viðhvørt at taka atlit til alt og øll í okkara lítla samfelagi.

Eg haldi, at mín egna listaviðgerð hevur verið merkt av eini uppgerð við biografismuna, sum í Føroyum hevur havt fastari tak enn aðra staðni við okkara áhaldandi áhuga fyri slagi og teimum sereyðkennum, sum vit halda okkum kenna aftur í ymiskum familjum. Tær mongu søgurnar um Ingálv av Reyni eru dømi um ta stóru virðing, sum hann hevur í okkara samfelagi og sum  hann sjálvandi eisini hevur uppiborið. Men tað, sum samrøðan við Jóhan Martin Christiansen fekk meg at hugsa um er, at søgurnar í ótrúliga lítlan mun snúgva seg um listina, sjálvan upprunan til, at listamaðurin er víðagitin. Nei, søgurnar snúgva seg um hvussu eyðmjúkur, lítillátin og fittur, listamaðurin var og hetta verður sett upp í móti eini undirskiltari semju um hansara listarliga stórleika. Summar av søgunum koma meira enn so inn á eina vantandi viðurkenning av hesum stórleika.

Meðan eg stóð inni í Ólavsøkuframsýningini og ornaði fyri, kom ein maður inn á gólvið, hann hevði onkur ørindi fyri Listasavnið, skuldi hjálpa við at flyta nøkur verk úr savninum oman á ein stovn í býnum. Hann hugdi uppá meg og veggin, har ein ørgrynna av myndum hekk, innstillaði eygnabráið endaleyst og segði hugsunarsamur. "Tú manst hava hoyrt hasa um Ingálv...". -Jú, helt eg, at onkra havi eg hoyrt um hann. Eg helt fram og segði okkurt um, at eg neyvan kendi allar um Ingálv, og at eg sanniliga hevði stóran áhuga, men tá var hon longu byrjað, altso tann hjá honum um Ingálv. Hon var um ein mann, sum kom inn í atelierið hjá málaranum á vitjan og hesin vitjandi var væl at merkja nokk so intrisseraður í myndlist og forvitnaðist tess vegna eftir at vita hvat fyri útsýni, Ingálvur nú var við at tulka? - "Hetta er mamma mín" svaraði málarin. - Hetta seinasta segði flytimaðurin triumferandi við einum andlitsbrá sum hjá einum, ið heldur seg hava sagt okkurt ordiliga stuttligt. Eg haldi, at eg brosaði kurteisliga, meðan eg í mínum stilla sinni grundaði yvir hvussu nógvar versiónir av hasari søguni eru til og í hvussu stóran mun, tær í grundini snúgva seg um vantandi forstálilsi av nonfigurativari og abstraktari list

Við "Lazarus" royndir Jóhan Martin Christiansen á ein hátt at frígera verkið hjá Ingálvi av Reyni frá honum sjálvum, frá anekdotunum, tómrúminum, frá slagskugganum av einum risastórum málara. Eg haldi, at "Lazarus" er áhugavert uppá fleiri mátar, formliga, listarliga, átrúnaðarliga og listasøguliga. Formliga er hetta jú ein ógvuliga einføld mynd, sum er sett saman av vertikalum og horisontalum skapum. Eitt sindur uppi yvir miðjuni gongur kanturin av borðinum eins og ein avgjørdur sjónarringur á skák oman høgrumegin. Sostatt liggur tyngdin soleiðis, at tað onkursvegna tykist logiskt at gera sum listamaðurin hevur gjørt og lata hesa radialu strikuna fylgja tyngdini niður eftir, inntil hon kemur sær upp aftur hinumegin. Tað er eisini okkurt serliga áhugavert við at venda júst hesari myndini við, av tí, at hon er so mikið figurativ, sum hon er. Tað ber jú væl til at síggja hvønn veg hon skal venda mótsett øðrum meira abstraktum myndum hjá Ingálvi av Reyni, sum av misgávum hava verið hongdur upp øvugt inntil onkur hevur borið eyga við ein signatur, flúgvandi ovast vinstrumegin.

Men harumframt kunnu vit eisini seta okkurt religiøst í samband við eina umvending, sjálvt heitið á myndini gevur hugasamband við undrið í bíbliuni, tá Jesus vakti Lazarus upp úr deyðanum, men sjálvandi hugsa vit eisini um tann deyða listamannin, sum var trúgvandi maður, umvendur, baptist, fittur og eyðmjúkur. Við miklari virðing, humor og álvara ger Jóhan Martin Christiansen eina roynd at endurreisa listamannin við at venda hansara verkið við, so at vit síggja tað á ein annan hátt. Tað er av sonnum væl hugsað, takk fyri Jóhan Martin Christiansen.




(KP)