Summarfestivalurin nærkast og tekur um endan á eini sannari hásesong innan list og mentan í Føroyum. Umframt tónleikafestivalar, Summartónar og alskyns mentanarstevnur kring landið, hava vit eisini sæð fleiri listaframsýningar. Í Havn hava framsýningarnar ikki verið heilt fáar í tali á lutfalsliga stutta teininum frá Ringvegnum oman á Skálatrøð og víðari út á Skipasmiðjuna. Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er møguligt heilt fram til 25.august at síggja. Summarframsýningina haruppi, sum í ár fevnir um verk hjá tveimum listakvinnum, íslendsku Steinunn Thórarinsdóttir og føroysku Silju Strøm. Framsýningin er bæði at síggja í sjálvum Norðurlandahúsinum og ymsastaðni kring Havnar bý, har standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir eru settar upp. Merkiliga anonymar silvurgráar og rustreyðar standmyndir í menniskjastødd, sum ímynda androgynar persónar, og sum vit mugu staðfesta, eru ein ordans succes, skulu vit meta eftir móttøkuni. Fólk hava sum heild tikið heilt óvanliga væl í móti standmyndunum, ið tykjast hava eitt serligt áheitandi árin, sum hevur við sær, at fólk hava hug at nærkast standmyndunum. Á fotomyndum á facebook hava vit sæð tær bæði klemmaðar og mussaðar, men tiverri eisini koppaðar og maltrakteraðar. Umframt hesar standmyndirnar í likamsstødd hevur Steinunn Thórarinsdóttir eisini nakrar smærri standmyndir á framsýningini, sum eg ikki haldi vera eins væl eydnaðar og tær stóru, ið vinna við teirra likamligu hjáveru og samspælinum við býarrúminum.
Herverkið á standmyndina, sum situr á einum beinki
framman fyri Kunningarstovuna í miðbýnum hevur við sær, at Tórshavnar Býráð fer at seta upp vakmyndatól í miðbýnum. At nakar yvirhøvur finnur uppá at koppa eina standmynd, sum stendur
fáar metrar frá parlamentinum kundi bent á, at miðbýurin av sonnum er steindeyður. Á portalinum hevur ein rúgva av fólkum kolldømt hesa seinastu
beistagerðina. Tað er sjálvandi freistandi at seta listaherverkið í samband við ta vantandi
virðing fyri listini í okkara samfelag, sum vit síggja endurspeglað í politisku skipanini, men ógvusliga fólksliga reaktiónin ber hinvegin brá av, at
nógvir føroyingar eru serstakliga góðir við listina. Holli fólksligi stuðulin hevur
kanska eisini okkurt við sjálvar standmyndirnar at gera, tí tær hava okkurt
kærleiksfult yvir sær og tað er kanska ikki so løgið, tí á áhugaverdu samrøðuni við listakvinnuna, sum er at lesa í kataloginum skilst, at listakvinnan í fleiri førum hevur
brúkt kroppin hjá soninum grundleggjandi fyrimynd fyri figurarnar. Einstøku standmyndirnar
eru ikki í sjálvum sær eins áhugaverdar og verkætlanin, ið fevnir um eina vitjan ella eina tíðaravmarkaða skulpturella hjáveru hjá eini røð av standmyndum. Standmyndirnar
eru sostatt áhugaverdar í mun til ta reaktión og interaktión, tær fremja í
teirra umhvørvi. Standmyndirnar eru greidliga settar upp við ansi fyri tí
tilfarsliga og av tí sama rigga tær sera væl har tær standa á grasi, asfalti,
vatni og træi. Í áðurnevndu samrøðu, sum er prentað í kataloginum, sigur
Steinunn Thórarinsdóttir: "Tosa vit um tamarhald, so missi eg tamarhaldið,
beint sum eygleiðarin kemur inn, tí hann ella hon broytir verkið aftur. Fólk
sættast ofta væl við figurarnar, taka teir til sín, og onkuntíð verður
trúnaðurin millum figur og eygleiðara mestsum ov mikil! Eg haldi, at ta er tí,
at verkini eru í likamsstødd. Av tí at figurarnir taka sama pláss í rúminum,
sum vit gera, eru teir ofta sera atkomuligir. Teir tykjast ikki at hava nakran
ágangandi eginleika - heldur tykjast teir meira óheftir. Tískil ræða figurarnir
ikki fólk."
Sæð burtur frá, at teirra list er ímyndandi/figurativ og sostatt eisini frásagnarlig/ narrativ, og so tað, at listakvinnurnar báðar eru útbúnar í Stóra Bretlandi, haldi eg ikki, at listarligi dialogurin millum tær tvær listakvinnurnar er serliga sjálvsagdur. Meira enn tríati ár eru millum tær, Steinunn Thórarinsdóttir er fødd í 1955, men aldursmunur er eyðvitað ikki til hindurs fyri listarligum samskifti, og eg kann sjálvandi ikki annað enn fegnast um øll høvi, sum unga dugnaliga listakvinnan úr Vestmanna, Silja Strøm (f.1987) fær at sýna fram her í heimlandinum. Tað kann tykjast vandmikið hjá einum ungum listafólki við so nógvum undanvindi so tíðliga í lívinum, sum Silju Strøm hevur verið fyri, men hon er óvanliga tíðliga búgvin listakvinna, samstundis sum hon megnar at halda fast í listarligu leitanini, hetta síggja vit t.d. í hennara støðugu leitan út um ta fýrakantaðu myndarammuna, sum á hesari framsýningini m.a. úrslitar í kúlu- og terningaskapaðum verkum. Myndamálið er fínligt og stýrt, og samanumtikið høvdu hesi elegantu verkini verið betri presenteraði, eins og tey høvdu verið meira ótarnaði og samlaði visuelt sæð, um tey vóru framsýnd í Skálanum heldur enn í ófriðarligu forhøllini og á risastóra Klingruvegginum. Norðurlandahúsið hevur av óvissum orsøkum valt ikki at brúka Skálan til Summarframsýningina í ár. Men unnir áskoðarin sær bert eina stutta løtu til hvørt verk hjá Silju Strøm, ber til at fáa nógv burtur úr hesum konsentreraðu verkum, sum í støðum sameina tvær meginrásir, figurativt myndamál við abstraktiónir av flatum og geometriskum figurum.

Henda framsýningin hjá Silju Strøm tykist
innihalda eina kanning og ein samanrenning av ymiskum dimensjónum, har flata,
rúmd, vertikalar og horisontalar, tíð og stað verða granskað og vend eins og
listarlig fyribrigdi. Løgini eru mong bæði tá tað kemur til fyrireikandi
arbeiðið hjá listakvinnuni við eini ørgrynnu av myndum, sum hon tekur støði í og sum verða teknaðar av,
settar saman, tiknar burtur, settar inn onkra aðra staðni. Endaúrslitið er kollasjukent og gongur í ein ávísan mun út uppá endurnýtslu av tilfari, sum verður sett inn í ein nýtt høpi og sum á
henda hátt skapar nýggjar søgugongdir. Myndirnar hjá Silju yðja av søgum, sum
tó ikki lættliga lata seg upp. Figurarnir kunnu vera samanhangandi samstundis
sum teir hvør sær tykjast einsamallir og avbyrgdir og kenslan av fremmandgerð/verfremdung er
áleypandi enn sum áður. Hesin heimurin tykist enn meira teatralskur enn
nakrantíð, í hesum føri er tað eisini áhugavert, at myndirnar í Kringluni jú
hanga í einum pallrúmi. Einstøku verkini kundu verið partar av einari skiftandi
scenografi í einum leiki, sum byrjar av nýggjum hvørja ferð ein nýggjur
áskoðari stígur inn á pallin. Áskoðarin varnast kanska tann sterkt lødda
psykologiska spenningin ella huglagið, sum kann vera stuttligt ella syrgiligt, men
eftirsum eingin kronologi er og eingin kend skipan av narrativa
universinum er til staðar, verður útsøgnin sera sveimandi og tá ber til at fáa
eina nýggja søgu burturúr hvørja ferð hugt verður eftir myndini. Henda søgan
kann bæði vera tilverulig og listarlig, men tað áhugaverda liggur kanska
serliga í sjálvari upploysnini av teimum algildu søguskipanunum, tí hetta
úrslitar í eini sermerktari listauppliving, sum vit kunnu nevna analoga, og sum hendir í hvørjum áskoðara í tí løtu, tá hann ella hon hyggur upplivir verkini og ymsir týdningar lata seg upp.
(KP)
(KP)