Vánaligt málarí er
ikki kriminelt eins og samkyndur atburður er tað í løtuni í Russlandi.
Allíkavæl frættist úr eystri, at russiska løgreglan hevur úr at gera, nú nýggja
lógin hjá Putin mótvegis samkyndum hevur fingið øði í fleiri listafólk og
satiruteknarar. Russiska løgreglan hevur júst fingið hendur á hesum málninginum
av Putin í konufólkahami í Santa Pætursborg. Ilt eyga sær einki gott, og tí man tað vera strævið at vera partur av lóggávuvaldinum í Russlandi í hesum døgum. Vit vita ikki hvat teir ætla at
gera við málningin, men skjóta upp, at hann verður hongdur inn í klivan hjá Pussy Riot til dømis. Tær báðar Nadezhda Tolokonnikova og Maria
Alyokhina sita enn dómin uppá tvey ár fyri óskikkiligheit (hooliganism). Vit
nýta høvið til at vísa eina herliga mynd hjá Bárði Oskarsson, sum letur upp
framsýning í Listasavninum í morgin, umframt eitt dømi uppá ólætið hjá Pussy Riot, sum hevði við sær, at tær vórðu handtiknar. Tað er ein punkbøn.
(KP)