Friday, August 2, 2013

Røða til upplating av Ólavsøkuframsýningini 2013




Tá Teitur Lassen herfyri presenteraði sína komandi fløgu Story Music, segði hann tað vera serliga umráðandi fyri seg, at útgávan var framleidd heima í Føroyum, tí hann metti hana vera í ætt við ta serstøku føroysku søgusigaramentanina, okkara serliga áhuga fyri at siga søgur og at lurta eftir søgum, sum hevur verið náttúrligur partur av føroyskari almúgumentan langt áðrenn nakar yvirhøvur var komin í tankar um at tekna ella mála myndir . Hetta er nakað, eg havi hugsað eitt sindur um hesa vikuna, meðan vit hava hongt Ólavsøkuframsýningina upp, tí hon er full av søgum.

Henda Ólavsøkuframsýningin er bæði kuraterað og sensurerað, tað merkir, at eg havi biðið nøkur listafólk at koma við verkum, men øll hava harumframt havt møguleikan at senda inn verk. Tankin hjá mær hevur verið at taka støði í upprunaliga konseptinum hjá Ólavsøkuframsýningini og altso blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er ógvuliga fjølbroytt, við eru 41 luttakarars og næstan hálvfjers ár eru millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, tað eru teir báðir Lukas Tóroddur Sass og Erik Heide, ið eru ávikavist 11 og 80 ára gamlir. Men fleiri ungir luttakarar eru við á framsýningini, og eg eri serliga takksom fyri ungu undirtøkuna.

Millum upprunaverkini havi eg sett postkort inn av kendum verkum hjá Mikines og Ingálvi av Reyni, men eisini hjá Arnold Vegghamar, Sigrun Gunnarsdóttir og fleiri. Henda uppheingingin avspeglar óhátíðarliga mátan, sum nógv folk brúka í prýðingini heima, men skal eisini fatast sum ein ítøkilig roynd at sameina áhuga- og yrkislistina. Kjallaramálarin, útisetin Tóroddur Poulsen hevur ein rættiliga stóran leiklut á framsýningini m.a. sum veggjamálari saman við soninum, Lukasi, men hann hevur eisini bæði oljumálningar og vatnlitamyndir við á Ólavsøkuframsýningini. Smáu vatnlitamyndirnar leiða áskoðaran oman gjøgnum tær mongu søgurnar á vegginum oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við videolagnum, sum framúrskarandi listamaðurin Dennis Agerblad hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/ Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hesin óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen og er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré. Myndir av Harra Hol eru altíð eyðmerktar ©Túalfagralandmíttproductions, og eg haldi, at tað skuldi rigga væl til okkara tjóðarhátíð. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt friðsælt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum. Allir teir stóru hvítu bilarnir standa uttan fyri, tí teir ríku eigararnir eru í kirkju.

Ólavsøkuframsýningin er full av søgum, m.a. um ein sniðgeva, sum á ólavsøku loypur út í myndlistina. Jóhanna av Steinum er kend sum dugnaligur sniðgevi, eitt nú hava hennara litføgru troyggjur verið sera vælumtóktar síðstu árini. Hetta er mær vitandi fyrstu ferð, hon tekur lut sum myndlistakvinna og hon hevur fingið heiðursplássið undir liðini av sjálvum nestorinum innan føroyska list, grundleggjaranum av føroysku myndini av bygdini við sjóvarmálan. Men meðan Zacharias Heinesen skapar mynstur á løriftinum við støði í náttúrunar ljósi og vætu, fer Jóhanna av Steinum hin vegin, tá hon umskapar mynsturskap til eitt slag av rúmligum stjørnukortum, sum eru bundin við tógvi og sum hon hevur skapað við íblástri í figuratiónum hjá Hanna Bjartalíð. Tey trý frálíku træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men eru í veruleikanum uttan funktionalitet, hugtakandi stillar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari. Mynstrini hjá Silju Strøm bera av øllum í fínleika í tveimum smáum myndum, sum ikki tykjast endurspegla veruleikan, men sum onkursvegna viðgera tað menniskjagjørda og kunstiga. Silja Strøm er onnur av teimum báðum framsýnarunum á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, so tað er ein serlig gleði, at hon hevur givið sær tíð at vera við her eisini. Sjálvt um hon er ung, er hon listarliga búgvin, lat meg nýta høvið at viðmæla øllum at fara niðan í Norðurlandahúsið og at ogna sær katalogið, sum Inger Smærup Sørensen hevur gjørt. Her fæst meira at vita um áhugaverdu listarligu hugsaninar hjá Silju Strøm.

Ólavsøkuframsýningin 2013 er sett saman av fleiri smærri framsýningum, t.d. havi eg  valt út myndir í Steinprenti og gjørt eina temauppheinging út frá heitinum "Hvør fuglur letur við sínum nevi". Grafikkúrvalið er á so mangan hátt dømi um fjølbroytnið í framsýningini, sum eisini telur útlendskar framsýnarar. Umframt fuglamyndir hjá m.a. Erik Heide, er eisini  pláss til nakrar fínar humoristiskar seyðalýsingar hjá Fríðu Matras Brekku, sum saman við Jan Andersson hevur Steinprent á Skálatrøð í Havn. Náttúra og serliga fuglar hugtaka danska listamannin og veiðumannin Svend-Allan Sørensen, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the woods". Men tó at myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, innihalda tær einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt og konseptuella list.

Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru eins og tysjandi aldur av myndumt, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara framsýning í fjør í Henningsen contemporary hevði undirheitið "About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R", sum eg haldi sigur nokk so nógv um hansara arbeiðshátt, ið á ein serstakan og áhugaverdan hátt fevnir um subjektivt og objektiv í senn, um kensluborin minni og um meira vísundaliga grundað viðurskifti millum skap og rúm. Ein vøkur mynd í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard lýsir tvær hendur, sum eg haldi meg kenna aftur og sum tilhoyra eini konu, sum býr á Tjarnargarði. Hendurnar við flottum reyðlakeraðum neglum eru merktar av árunum, men eg haldi ikki, at hetta er ein sentimental mynd. Hon er á sama hátt og hinar ein rúmlig og vøkur lýsing av ymiskum tíðarskeiðum í lívinum, av barndómi, aldurdómi, sjúku og arbeiðslívi.


Ólavsøkuframsýningin 2013 er full av søgum, m.a. sigur hon søguna um nøkur listafólk, sum hava verið nóg djørv at loypa heilt út í tað, at flyta heimanifrá og søkja sær útbúgving og royndir uttanlands, tí tað er neyðugt. Tað hoyrir jú við til søguna, at áðurnevnda útgáva, Story Music hjá Teiti Lassen ikki hevði kunnað verið framleidd í Føroyum fyri tjúgu-tretivu árum síðani. Ein tílík útgáva hvílir í rættiliga stóran mun á ta tónlistarligu menningina, sum er hend í Føroyum orsakað av Musikkskúlanum. Sostatt kunnu vit eisini siga, at Ólavsøkuframsýningin sigur eina søgu um ein manglandi føroyskan listaskúla og harvið sigur hon eisini søguna um eina politiska skipan, sum hevur eitt sindur ilt við at taka listina í álvara, hetta sóu vit seinast dømi um, tá listastuðulin varð skerdur og á vantandi reaktiónum, at mótmælini als ikki tykjast rína við maktina.


Lat meg at enda takka Listafelag Føroya fyri álitið, hetta hevur verið ein avbera stuttlig uppgáva, sum eg á ongan hátt hevði klárað uttan hjálp frá listafólkunum og frá Oggi Lamhauge og Johan Martin Christiansen. Jóhan Martin Christiansen eigur fýra serstakliga áhugaverd verk á framsýningin. Ingálvur av Reyni er hansara stóra fyrimynd og anekdotir, søgur eru ikki týdningarleysar í hesum sambandi. Tá vit møttust fyrr í ár spurdi Jóhan Martin um eg ikki visti onkra søgu um Ingálv av Reyni og sjálvandi visti eg tað. Tað sama visti flytimaðurin, sum var í arbeiðsørindum her á Listasavninum í gjár. Tí vit eru eitt søgusigandi fólk og áhugin fyri listini er stórur. Farið nú inn og gerið tykkum tykkara egnu listasøgur burtur úr Ólavsøkuframsýningini 2013.


Kinna Poulsen