Ólavsøkuframsýningin 2013 inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk, bæði yrkis- og áhugalist. Framsýningin er í síni heild presenterað væl og virðiliga í fjølmiðlunum, men fleiri verk eru sjálvandi við á framsýningini, sum als ikki eru tikin uppá tungu. Til stuttleika havi eg valt nøkur út til smærri viðgerðir her á listablogginum. Ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya er opin til og við 25.august.
Tær tríggjar tekningarnar hjá Elini Josefinu Smith gera kanska ikki tað stóra um seg, har tær hanga í salinum við trappurnar beint við síðuna av á skriftini á vegginum hjá Tóroddi Poulsen. Tær eru ikki so øgiliga stórar og tær eru svart hvítar, men har er ein øgilig ferð í strikuni, og gevur tú teimum ans, eru tær í grundini rættiliga frískar og serstakar bæði í formi og innihaldi. Elin J.Smith er úr Havn, og býr í Danmark, men hon er ikki heilt ókend innan føroyska listaumhvørvið, eitt nú hevur hon framsýnt í Smiðjuni í Lítluvík. Elin Josefina Smith hevur gingið á listaháskúla í Holbæk og á Billedskolen á Jagtvej í Keypmannahavn. Hon málar, teknar og fæst somuleiðis við grafikk. Stílurin í hennara myndum kann kanska plaserast onkrastaðni millum, kubismu, fauvismu, litríka naivismu og outsider art, hann er ringur at definera.
Eg haldi, at myndin "Yvirgangsaldur" er serlig. Eg eri í øllum førum rættiliga vís í, at eg ikki havi sæð tey óelegantu skiftisárini umboðaða áður í føroyskari myndlist, tó at hesin fjandanskapurin av einari biologiskari prosess heilt vist er og hevur verið mangari konu til stóran ampa. Føroysk list hevur sum heild ikki tikist tað stóra við likamligt forfall og tí er hendan myndin ansvekjandi. Myndamálið er vilt, avgjørt og humoristiskt, tað minnir eitt sindur um satirutekningar. Vit síggja eina kvinnu, sum er avmyndað í køkinum ella tað billi eg mær inn, og kanska stákast hon við onkrum húsligum. Í øllum førum haldi eg meg síggja umhvarvið av einum komfýri vinstrumegin í myndini. Høgrumegin sæst, at avmyndaða kvinnan hevur ein ordans hitatúr, tí hon sveittar uppí eina heila vaskispann. Hetta er ein herlig tekning, takk fyri hana, Elin Smith og takk fyri at gera yvirgangsaldurin til tema í føroyskari myndlist.
(KP)