Monday, August 19, 2013

Íslandsvika - á frændafundi


 
 
24. august verður ein sonevndur Frændafundur (føroysk-íslendsk vísindaráðstevna) á Fróðskaparsetrinum, standmyndir eftir islandske Steinunn Thórarinsdóttir, sum hava prýtt Havnina í alt summar verða tiknar niður og mentanarnátt verður í Reykjavík, og m.a. fer Silja Strøm at sýna fram og tónleikabólkurin Byrta við Janusi Rasmussen og Guðrið Hansdóttir fer at spæla.

Hóma tit eitt tema?

Ja, henda vikan er Íslandsvika.

Listablogurin hevur sjálvandi fólk í Íslandi, tá tað er Íslandsvika, men vit byrja við nakrar tekstir frá Frændafundi, sum var í Føroyum 2007. Hesir fyrilestrarnir og fleiri frá 2007 eru prentaðir í ritinum Frændafundur 6.
 
 

Tala á hugvísindaligari ráðstevnu hjá Fróðskaparsetrinum Føroya og Hugvísindadeild Háskóla Íslands í Norðurlandahúsinum í Føroyum t. 25. juni 2007.

 

Samkynd, mett søguliga, samtíðarliga og ynski fyri framtíðina.

 Bogi Dánialson Davidsen  

Kvinnur, menn og orðstýrari.

Fyrst vil eg takka Fróðskaparsetri Føroya og Hugvísindadeild Háskóla Íslands fyri at vera boðin við sum fyrilestrahaldari á hesa hugvísindaligu ráðstevnu í Føroyum, har eg eri føddur, barnvaksin og búði tey fyrstu 20 árini av ævi mínari.

Evnið, eg skal tosa um, er ”Samkynd, mett søguliga, samtíðarliga og ynski fyri framtíðina.”

Eg eri hvørki søgufrøðingur ella samfelagsfrøðingur, men eg eri føroyingur og samkyndur, uppvaksin í Føroyum og havi havt eitt áhaldandi samband við Føroyar, síðan eg fór heiman at lesa fyri júst 40 árum síðan. Tað ger, at eg vónandi eri førur fyri at lýsa evnið í ein ávísan mun. Eg havi í nógv ár luttikið í tí almenna kjakinum í almennum fjølmiðlum, t.d. bløðum, útvarpi og sjónvarpi.

Eg og fleiri við mær vita fullvæl, at samkynd hava livað í Føroyum alla mína tíð, eisini áðrenn og at samkynd koma at liva her eftir okkum. Mangan hevur tað ikki verið alment kent ella viðurkent, hvør ið var samkynd/ur. Kortini hava nógv vita, hvør ið var samkynd/ur í samfelagnum.Vanliga fingu tey samkyndu frið, um tey bert livdu í tøgn ella í loyndum. Onkursvegna ein neyðloysn av repressivari toluransu, t.v.s., tolsemi og valdandi fordómum.


Hinvegin hava nógv føroysk samkynd valt at flyta uttanlands av ymsum orsøkum, og tey eru ikki komin heimaftur, sum tað annars er vanligt fyri føroyingar á so mongum øðrum økjum.


Enn hevur ongin føroyingur skrivað søguna um samkynd í Føroyum, men vónandi verður tað onkur, sum fer at skriva hana seinri kanska sum eitt úrslit av hesi hugvísindaligu ráðstevnu.

Í t. d. Danmark hevur Vilhelm von Rosen skrivað eina ritgerð um søguna hjá samkyndum „Studier i dansk bøssehistorie 1628-1912“ í 1993. Í Svøríki hevur Jens Rydstrøm skrivað líknandi ritgerð um samkynd ”Sinners and Citizens” ”Syndarar og  borgarar” fyri árini 1880 – 1950. Ritgerðirnar eru bygdar á skrivlig skjøl frá dómsviðgerðum tær seinastu øldirnar, har tað var ólógligt at vera samkynd/ur. Tað vil siga, at søgan er skrivað um samkynd, tá vit vóru avvíkjarar samfelagsliga, átrúnarliga og sálarliga.

Orsøkin til hetta er at finna í fyribrigdinum ”fordómar”, sum vórðu skaptir av tí kirkjuliga valdinum, sum upp til henda dag hevur hildið seg til t. d. skriftstøð hjá Mósesi í Gamla Testamenti, har tað í 3. Mósebók 18, 22. stendur: ”Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu - tað er andstygd!” og hjá apostlinum Paulusi í Nýggja Testamenti í Rómbrævinum 1, 26.og 27. ørindi har tað stendu: ”Tí gav Gud tey upp til vanærandi listir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin við tann, sum er ímóti náttúruni;”  ”og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í listi sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum - og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína - sum rætt var”.

Hesi skrivtstøð hava enn stóran týdning eisini í Føroyum, sum týðiliga kom til sjóndar í fjør í sambandi við, at løgtingið viðgjørdi og góðtók lóg 266b um ikki at gera mismun mótvegis minnilutabólkum, og tíans heldur ikki mótvegis okkum samkyndu.

Hvussu ómetaliga stóran týdning og ávirkan tað hevur havt, at samkynd eru vorðin kúgað av kirkju og sokallaðum trúgvandi í øldir, kann millum annað lesast í einum bóklingi ”Psykologiska  självbekännelser” skrivaður í 1879 av tí svenska filisofiprofessaranum Pondus Wikner, sum livdi í tíðarskeiðinum 1837 –1888. Bóklingurin mátti ikki útgevast, fyrr enn bæði konan og báðir synirnir vóru deyðir. Hon var tí ikki útgivin fyrr enn í 1971, tá eg las hana fyri fyrstu ferð og eisini havi lisið hana umaftur til hetta høvið. Hann kendi til sínar kenslur sum samkyndur longu frá barnsbeini um 8 ára aldur. Hann livdi sítt kenslulív og kynsliga lív í loyndum, til hann var 40 ár, tá hann segði konuni frá støðu sínari. Hann var uppvaksin í einum kristnum heimi, varð umvendur sum 18 ára gamal og giftist á 22 ára aldri. Samstundis sum hann varð vorðin trúgvandi og giftur, helt hann á við at vera samkyndur. Í bóklinginum sammetir hann sínar líðingar við líðingar Jesu í Getsemana. So ringt hevði hann tað. Hann greiðir frá, at hann skrivaði bóklingin og annars eisini dagbøkur fyri ikki at hava livað til fánýtis, og fyri at komandi samkynd vónandi kundu fáa eitt gott lív, t.d. eisini at kunna giftast. So frammarlaga var hann longu tá í 1870’unum.

Hann handaði tí læknaliga fakultetinum á Fróðskaparsetrinum í Uppsala henda bókling.

Omanfyri nevnda frásøgn er eitt av mongum dømum um, hvussu fordómar ella skrivtstøð kunna oyðileggja lívið hjá einum menniskja og harumframt einum trúgvandi, sum hevði góða útbúgving.

Lat meg taka eitt annað dømi, har samfelagið helt seg til fordómarnar og lóggávuna.

Fyrst í 20. øld vóru samkynd avkriminalserað í nógvum londum í Vesturheiminum í sambandi við ta almennu frígeringini hetta tíðarbil. Men í 1930’unum vóru vit samkynd aftur fyri tí vanlagnu at verða kriminaliserað í t. d. Fraklandi, Sovjettsamveldinum og í Týsklandi.

Tað eru ivaleyst fá av tykkum, sum kenna ta syrgiligu og ræðuligu søguna hjá teimum samkyndu fyri og undir 2. veraldar bardaga í Týsklandi, har tey samkyndu við ljósareyðum tríkanti á bringuni og á høgra læri, saman við jødum við gulum tríkanti, politiskum avvíkjarum við reyðum tríkanti, asosialum við svørtum tríkanti, Jehova vitnum við violettum tríkanti, sigoynarum við brúnum tríkanti og emigrantum við bláum tríkanti vóru fongslað og send í týningarlegur, misbrúkt, pínd, skotin til máls eftir og loksins aloftast brend í gaskømrum.

Fá hóraðu undan, sum eyðvitað er. Tíbetur hava vit søguna frá nøkrum fáum, sum yvirlivdu innan allar hesar nevndu bólkar. Hvussu nógv samkynd, sum vóru fyri hesari vanlagnu, er óvist. Tøl millum 60.000 til 200.000 vera nevnd. Allir bólkar uttan tey samkyndu og tey kriminellu hava fingið endurreisn og endurgjald, og eru eisini minnisvarar reistir til minnist um hesar bólkar og teirra vanlagnu. Tey samkyndu hava ikki fingið hesa sømd, tí tey vóru sum nevnt kriminell tá.

Tann ræðuliga søgan hjá teimum samkyndu er lýst í bókini ”Menninir við tí ljósareyða tríkantinum”, sum blaðmaðurin Heinz Heger skrivaði 1972. Hann kendi ein samkyndan, sum í 1939 sum 22 ára gamal og lesandi var tikin til fanga og settur í týningarlegu, til hann aftaná kríggið varð latin leysur.

Hann var fegin at sleppa við lívinum frá teimum ræðuligu 6 árunum, og hetta eydnaðist bert við at selja sín unga kropp til leiðararnar í legunum, og hann var glaður fyri at fáa høvi at møta mammuni og systrini aftur. Pápin hevði beint fyri sær, av tí at sonurin var handtikin sum samkyndur, og av tí at hann misti starv sítt av somu orsøk. Men hann kom ongantíð fyri seg og fekk onga endurreisn.

Ongin vildi ella ynskti at tosa um tey samkyndu aftaná kríggið. Í nógv ár aftaná var tað góður siður at tiga tey samkyndu burtur, tí tey vóru ella høvdu verið kriminellir avvíkjarar, og tessvegna høvdu  tey ikki nøkur rættindi.

Aftaná 2. veraldar bardaga hevur kortini verið arbeitt miðvíst við at skapa flestu fólkum og eisini minnilutabólkum betri kor. Her hugsi eg um Sameindu Tjóðir, Altjóða heilsustovnin WHO og ES (Evropeiska Samveldið), arbeiðsmannafeløg, studentafeløg og aðrar felagsskapir. Vit hava tí fingið altjóða avtalur um mannarættindi og lógir móti mismuni.

Í Danmark var ”Forbundet af 1948 for homofile” stovnað í 1948, og í árini eftir í Noreg og Svøríki. Í Íslandi var Samtøkin 78 sett á stovn 1978, og í Føroyum sá Friðarbogin dagsins ljós 2003.

Øll feløgini hava arbeitt við eini miðvísari ætlan at bøta um okkara viðurskifti.

Aftaná 1968 kom ferð á nógvar samfelagsligar broytingar.

Eins og tey littu gjørdu uppreistur móti teimum ráðandi oftast teim hvítu í t. d. USA, eins og kvinnurnar gjørdu uppreistur mótvegis monnum og stríddust fyri líkarætti við menn og fóru út á arbeiðsmarknaðin, hava vit samkyndu gjørt tað sama í nógvum londum, og vit fara at halda áfram við hesum stríði. Tað, vit hava lagt doyin á, er at fáa líkarætt fyri samkynd sum tey hinkyndu, arbeitt fyri skrásettum paralagi, sum skal vera løgfrøðiliga bindandi, t.v.s. at kunna giftast eins og hinkynd, uttan at trúgv verður blandað uppí, og tað er løgd nógv orka í at fáa rættin til ættleiðing og ísáðing.

Hetta hevur bert vunnið frama við at fylkjast við menniskjum, sum vóru samkynd og við stuðli frá viðhaldsfólki við at skapa eitt haldgott grundarlag fyri at fáa fótafesti í tí stóra samfelagnum.

Í 1969 var ein uppreistur í New York, har samkyndir menn á barrini Stonewall settu seg upp móti politivaldinum. Tað hevði við sær, at felagsskapurin Gay Liberation Front varð stovnaður í USA og stutt eftir í Evropa, m. a. eisini í Danmark í 1972 sum ”Bøssernes befrielsesfront”.

Orðini homofilur og homoseksuellur vóru skift út. Við at taka tey niðrandi orðini hjá almenninginum: bøsse og lesbisk á donskum, gay, queer og lesbian á enskum og amerikonskum, bøg og leppe á svenskum, homse og leppe á norskum , hommi og lesbia á íslendskum fingu vit vald á orðunum, so at vit fingu høvi at løða tey við nýggjum týdningi, men tað gjørdist bert møguligt við at vera so sjónlig sum møguligt, so fólk lærdu okkum at kenna mótvegis fyrr, tá vit vóru skúgvað burtur.

Í 1990’um fór eg at nýta orðið samkynd á føroyskum, sum vit vanliga nýta í tí føroyska málinum í dag, og tað ger, at tað nú ber til at tosa um okkum eisini her heima í Føroyum. Millum okkum samkyndu føroyingar nýta vit ofta orðini geikari og lesbisk, sum svarar til tey fyrrnevndu útlendsku orðini.

Sum eitt úrslit í frígeringini aftaná 1968 og eisini síðani HIV og AIDS farsóttina fyrst í 1980’unum eru vit nú at síggja alt oftari í samfelagnum. Vit eru so at siga vorðin heilt vanlig, og tað kunna vit gleðast yvir. Hetta sæst eisini m.a. á ”Gay Pride Days” við skrúðgongum við geikarum og lesbiskum við mongum skemtiligum tiltøkum víða um í heiminum.

Lógir mótvegis mismuni móti minnilutabólkum komu í gildi í Danmark 1987. Síðan hava Noreg, Svøríki, Ísland, Grønland smíða líknandi lógir,  og Føroyar komu við í desembur 2006, tá tann so væl kenda lógin 266b varð góðtikin í løgtinginum aftaná ein einastandandi og stak fjølbroyttan orðadrátt her á landi og eisini uttanlands. Atkvøðurnar við fyrstu, aðru og triðju viðgerð vóru líka spennandi sum spennandi kriminalfilmar. At luttaka í tí kjakinum øll hesi árini og til síðst í rættarnevndini var stak áhugavert og upplýsandi, men til tíðir eisini eitt sindur løgið og mangan hevur tað verið eitt tógvið stríð.

Lóg um skrásett paralag fyri samkynd varð góðtikin í Danmark sum fyrsta land 1989, har Axel Axgil, sum var við at stovna Forbundet af 1948, og vinmaður hansara Eigil Axgil gjørdust fyrsta skrásetta samkynda parið í heiminum. Seinri varð henda lóg viðtikin í Svøríki, Noregi, Íslandi, Spania, Fraklandi, Stórabretlandi, Hollandi, Tjekía, Ungarn, Suðurafrika, í nøkrum londum í Suðuramerika og annars í fleiri øðrum londum.

Í nøkrum av hesum londum hava samkynd eisini fingið rætt at ættleiða og møguleika til ísáðing.

Men enn  trívast fordómar væl um okkara leiðir. Ein nýggj lóg megnar ikki at beina fyri teimum, tí hetta er ikki løtuverk. Men stavnhaldið hava vit, og kósin er sett.

Sjálvur haldi eg, at tað hevði stóran týdning, at prestar sum t. d. Sonja Klein, Marjun Bæk og Emil Olsen hava stuðlað okkum.

Sonja Klein skrivar í síni grein ”Men størstur er kærleikin”, ”at hon tekur orðini hjá táverandi ST aðalskrivarin Kofi Annan til sín, at tað aldrin er trúgvin sjálv, sum er orsøkin til ósemjuna, og trupulleikin er heldur aldrin at finna í Bíbliuni, Toraini ella  Koranini, men tað eru tey trúgvandi sjálvi, sum eru trupulleikin, hvussu tey bera seg at móti hvør øðrum.”

”Spurningurin” skrivar hon, ”má tí ljóða, hvørjar reglur eru so galdandi?  Og svarið - tað er Kærleiksboðið. Hetta boðið krevur av okkum trúfesti og ábyrgd.  At vit menniskju undir øllum lívsins umstøðum taka okkum av hvør øðrum.  At vit hvørki brúka ella misbrúka hvør annan, men ístaðin liva saman til gleði og uppbygging fyri hvør annan.  Hetta er galdandi fyri okkum øll, antin vit eru hinkynd ella samkynd.” 

Innan ymsar kristnar bólkar verður nú eisini arbeitt nógv við at broyta okkara viðurskifti, og fleiri bøkur eru skrivaðar um hetta evnið. Serliga verður tann bókstaviliga tulkingin av Mósesi og Paulusi endurskoðað, eins og skrivtirnar mótvegis rættindinum hjá kvinnum, kvinnuligum prestum og eisini mótvegis t d. svínakjøti ikki eru galdandi longur, sjálvt um tað er bannað í Mósebókunum. Tað er bert at gleðast yvir. Kristin samkynd eiga tí als ikki at lurta eftir teimum, sum enn bókstaviliga halda seg til tær áður umrøddu skrivtirnar. Við serliga tey ungu, men eisini tey eldri samkyndu, sum plágast av hesum skrivtum, og eisini teirra familjur vil eg siga, lesið tílíkar bøkur og slítið tykkum leys frá fordómum! Í míni talu, sum er skrivað og verður útgivin seinri, nevni eg nakrar fáar bøkur, men tað finnast nógv fleiri.

Í 1975 í Oyggjaskeggjanum segði vinmaðurin, Rólant Samuelsen eisini úr Havn, sum doyði í 1991, og sum flest øll á mínum aldri, í hvussu so er her í Havn minnast, og sum var trúgvandi, „at Harrin eisini hevði skapað hann“. Hann og vinmaðurin Benn fluttu úr Føroyum, tá teir gjørdust sjúkir. Hann var og er enn ein varði fyri okkum samkyndu føroyingar, tí hann var stavnamaðurin í stríðnum fyri teimum samkyndu. Tað skuldi ikki vera ”hini”, sum skuldu gera av, hvussu hann og vit skuldu laga okkara lív sum samkynd. Tí eiga vit framhaldandi at minnast hann nú og í framtíðini.

Vit ynskja at liva í sátt og semju við foreldur, systkin, familju og vinfólk okkara. Tað gerst bert við at vera ærlig yvir fyri okkum sjálvum, avvarðandi og samfelagnum.

Eg kundi hugsað mær, at alt fleiri av okkum samkyndu í framtíðini ynskja at búsetast í Føroyum, og eisini at nøkur av okkum, sum hava bústað uttanlands, hava ein dreym um at koma heimaftur. Tí tað sær út sum um, at samfelagið er munandi fjølbroyttari og upplýstari nú á døgum, hóast nógv enn tosa og skriva harðliga móti okkara lívshátti, og eisini nýta likamsligan harðskap sum t. d. í fjør í Tórshavn, tá ungur maður varð avhølvaður, eins og ein enskur tónleikari varð tað í Moskva í Russlandi nú í mei undir eini demonstrasjón fyri samkynd.

Tað finnast enn nógv, sum lata seg stýra av fordómum mótvegis okkum, men eg vóni, at upplýsing og ein ráðstevna sum henda kunnu ávirka tey ivingarsomu.

Teimum, ið hava ampa av okkum vegna fastgróna trúgv fyri, at samtykta lógin 266b bert var fyrsta stigið á glíðibreytini til Sodoma, kann eg bert siga, at vit hava onki við Sodoma at gera, men eru miðal hampaborgarar við skyldum og rættindum. Men tað er vónandi rætt, at tað bara er fyrsta stigið á leiðini. Sum áður nevnt ynskja vit lóg um skrásett paralag, ættleiðing og ísáðing. Vónandi koma tær eisini at verða samtyktar í nærmastu framtíð.

Vit samkyndu eiga eisini at finnna okkum sjálvi á nógvum økjum frá barnsbeini, til vit skula higani. Vit eru noydd at taka støðu til útbúgving, arbeiðskor sum vaksin, okkara viðurskifti sum pensjónistar, sum røsk, sjúk við likamsligum og sálarligum brekum, til eitt lív á ellisheimi og eisini til deyðan: hvar skula vit jarðast, saman við hvørjum, og hvør skal jarða okkum? Skula vit jarðast heima ella uttanlands, í familjugrøv, saman við samlivara, við vinfólkum ella í grøv teirra ókendu, í vígda ella óvígda jørð, hvørjir sálmar ella sangir? Nógv eru ivamálini og fleiri enn hesi.

Eg gangi ikki út frá at kunna ávirka tey, sum misbrúka fordómarnar sær sjálvum at gagni t.d. fyri at sleppa at sita á Tingi - í hvussu so er ikki alment.

Lóg um skrásett paralag, ættleiðing og ísáðing hava vit ikki fingið í Føroyum enn, men vónandi koma tær eisini at verða samtyktar innan rímiliga tíð. Nær, tað eri eg ikki førur at meta um. Men vit samkyndu ynskja okkum henda møguleika og arbeiða fyri honum. Vónandi verða hesi rættindi eisini tikin við í Visjón 2015 fyri Føroyar, men tað er einki til hindurs fyri, at tað hendir fyrr.

Við hesum takki eg enn eina ferð fyri at hava fingið høvi at vera við á hesi ráðstevnu og ynski okkum samkyndu og samfelagnum sum heild ein blíðan byr saman.

 


Tilvísing:

 

  1. Aase Prøitz. En torn i kjødet? Kirkens kamp mot partnerskapsloven for homofile. Emilia, Noreg. 1995.
  2. Kærligheden glæder sig ikke over uretten! Til de danske biskopper vedrørende kirkelig velsignelse af homoseksuelle par. Udgivet af: Kirkelig forening for den Indre Mission i Danmark, Luthersk Missionsforening, Evangelisk Luthersk Misssionsforening, Menighedsfakultetet, Dansk Bibel-Institut, Kristeligt Forbund for Studerende, Kirkelig Samling om Bibel og Bekendelse og Kirkelig Fornyelse. 1996.
  3. Malcolm Boyd. Gay Priest. An Inner Journey. Stonewall Inn Editions. St. Martins Press. New York. 1986.
  4. Robert Goss. Jesus Acted Up. A Gay and Lesbian Manifesto. Harper San Fransisco. 1993.
  5. James Baldwin. Giovanni’s Room. 1957. Á  donskum: Giovannis værelse. 1966. Hasselbach..
  6. Pondus Wikner. Psykologiska selvbekännelser. 1971.
  7. Heinz Heger. Die Männer mit dem rosa Winkel. 1972. Á donskum: Mændene med den lyserøde trekant. 1982.
  8. Donald G. Hanway. A Theology of Gay and Lesbian Inclusion. Love Letters to the Church. The Haworth Pastoral Press. 2006.