Við framúr góðum tónleiki, ótraditionellum konsertformi, kóruppboðssølu, mentaðum vinningum og eini livandi persónligheit sum Tobba sum auktionarius, ivist eg onga løtu í, at tiltakið hjá Tarira í sementfabrikkini hjá Østrøm mikukvøldið verður hugnaligt, men vónandi verður tað annað og meira enn tað. Vónandi verður óhugnaligt í støðum, hugtakandi og avbjóðandi hjá áhoyrarunum. Eg veit, at summir tónar fara at klinga ógvusligt og ófrættakent, meðan aðrir mest sum smikursøtt fara at kela oyruni við teirra kenda, fjálga ljóði. Í grundini er gjógvin millum tað kendu, fólksligu og so ta nýskapandi listina als ikki eins avgrundsdjúp, sum summi vilja vera við. Lutfallið millum ta breiðu og ta smølu listina er í veruleikanum dynamiskt og flytir seg allatíðina. Dømini eru mong og kend, og eg taki tey gjarna upp aftur. Einaferð høvdu fólk hug at ógvast og at flenna at mjørkamyndunum hjá Ingálvi av Reyni. Eingin flennur longur, og á sama hátt vórðu verk hjá Paula í Sandagerði og Sunleif Rasmussen mett at vera løgin fyri ikki so heilt øgiliga langari tíð síðani. Sangir sum tann yndisligi "Sig mær hví er foldin føgur", sum Sunleif gjørdi til yrkingina hjá Karsten Hoydal var bæði millum kórsangarar og áhoyrarar mettur at vera heldur modernaður í fyrstani. Tann sangurin hevur leingi verið ein høgt elskaður klassikari. Hvat er tað ikki undurfult og uggandi at hugsa sær, at vit hóast alt flyta okkum mentalt alla tíðina.
Eg syngi 2.alt í kamarkórinum Tarira, sum við kórleiðara tess, Sunleif Rasmussen, er á veg til Onglands, har vit m.a. ætla at presentera onglendingar fyri føroyskum samtíðartónleiki. "Nun lob mein Seel" hjá Kára Bæk og "Mörkret talar til den blommande busken" teljast millum yndisverk hjá kórinum, og tað var ein táverandi limur í kórinum, Pauli Hansen, ið gjørdi síðstnevnda verk í 2004 til eina svenska týðing av donsku yrkingini hjá Williami Heinesen. Talan er um sermerkt og samansett verk, vit kunnu kanska loyva okkum at kalla tey postmodernistisk bæði tvey. Bjarni Restorff hevur komponerað nógv verk, hansara satsur til "Orðini" hjá Róa Patursson, hevur nátt klassikarastatus fyri langari tíð síðani. Á konsertini mikukvøldið syngur Tarira Bjarnasa tulking av Sálmi 129, 1. og 7.ørindi í andaligt stórbæra, næstan katólskt klingandi verkinum á latínskum PSALMUS CXXIX. Unn Patursson er kanska mest kend frá tí sonevnt rútmiska tónleikinum, hon hevur tikið lut á útgávum sum "Haldur´s Café" og gav sjálv út fløgunar "Gloymska við Grape" og "Run" við egnum løgum. Kvinnukórssatsin "Glitra" gjørdi hon fyri nøkrum árum síðani til yrking hjá pápa hennara, Róa, av sonnum ein ómetaliga vakur satsur, sum við skyggjandi tónum endurgevur árinið av silvitni á sjónum. "Skermar" eitur verkið, sum Tarira hevur vant í seinastuni og sum Unn Patursson gjørdi í 2008 til yrking hjá Gunnari Hoydal við byrjanarregluni "Vindurin stendur bláur av fjøllunum. Hetta er ómetaliga vakurt og huglagsríkt verk, drivið fram av sorgblíðum longsli. "Árringar og æðrar" eitur ein yrking hjá Carl Jóhan Jensen, sum stóð í savninum "Tímar og rek" frá 1997. Leif Hansen brúkti yrkingina til eitt frálíkan sats, sum hann gjørdi í fjør og sum hóskar væl til innihaldið í tí til tíðir ekspressivt abstraktu og komprimeraðu, myndríku yrkingini við fantastisku endaregluni: "…kanska einki. kanska blóð/ ið dregur saman munin á tíð og mold". Tí eksistentialistiskt er tað sjálvandi og norðurlendskt, dapurt og ekstatiskt og eitt sindur heystligt nú slaktið er á breddanum.
Sum kunnugt eru vit í Tarira heppin at hava tónaskaldið til leiðara, sum við fyrstu føroysku symfoniini var við til at definera føroyskan klassiskan tónleik úti í heimi. Eg haldi ikki, at tað er at gera ov nógv av at siga, at Sunleif Rasmussen hevur skrivað nøkur av teimum allabestu føroysku kórverkunum. Sangir sum "Skærur vindur", "Gras", "Kvøldvísa" um Summarmála" og "Døgg" eru framúrskarandi og tað er "Við eina vøggu" av sonnum eisini. Verkið er skrivað til yrkingina hjá Karsten Hoydal og endar við fyrijáttandi reglunum "tá út í oyðu flúgva orð/ at skapa alt av nýggjum". Hetta er samtíðarlist, sum vil nakað, tónar, ið fáa teg at hóma, at ivast og at ørkymlast. Verkið tekur seg spakuliga upp, friðarliga, næstan mutlandi við opnum staðfestingum av heiminum, men spakuliga vaksur tónleikurin sum eitt óløgið saman við ásannanini av teirri ófatiligu skapanini og meðan kórið aftur og aftur spakuliga endurtekur orðingina "av nýggjum" leggur óløgið leggur seg til reiðar at reisa seg aftur í ævigu skapanarringrásini.
Konseptið á hesari konsertini er óvanligt við tað, at áhoyrararnir sleppa at avgera hvussu helvtin av konsertini verður. Lat okkum bara kalla tað eina stuðulskonsert, tí tað er eisini ein konsert, sum hevur til endamáls at fíggja ein part av túrinum hjá kórinum. Seinni parturin av konsertini verður sum ein kóruppboðssøla, har áhoyrarir kunnu bjóða uppá verk, sum tey ynskja, at kórið framførir. Fleiri kórperlur eru á skránni og sjálvandi býðst høvið at velja kórperluna, ið ber av øllum; "Føroyar mín móðir" hjá Knút Olsen til yrkingina hjá Pól F.Joensen. Eisini kunnu áhoyrarar velja millum "Kvøldvísa um summarmála" og "Náttarfriður", sum báðir eisini mugu koma undir hugtakið "føroyskar kórperlur". "Náttarfriður" er eitt næstan óveruliga vakurt og friðsælt verk, sum Pauli í Sandagerði skrivaði sjálvan lagnudagin 11.september í 2001. Áhoyrarar hava eisini høvið til at velja millum meira kend verk sum "Í búri" og "Fýkur stormur" hjá Jógvani Waagstein. Síðstnevnda er ein av fleiri sangum hjá Waagstein, ið Sunleif Rasmussen hevur útsett av nýggjum við hávirðing fyri Waagstein, sum Sunleif Rasmussen hávirðir sum tónaskald.
Nú eg hugsi meg um er hetta fyrstu ferð, eg lutaki á eini konsert uttan at vera heilt greið yvir hvat vit skulu syngja og tað er eitt sindur ørkymlandi og nokkso stuttligt og spennandi. Hjá fótbóltspælarum snýr tað seg um at raka dagin. Eg skal yvirhøvur ikki lata sum um eg havi skil fyri fótbóltsmetaforum, men hjá kórsangarum snýr tað seg altso í nokkso stóran mun um at raka tónan og tað er ikki altíð lætt, tá verkini eru so kompleks og sofistikerað sum tey hjá Stephen Wilkinson. Hann er pápi "okkara" Wilkinson, leiðaran í Føroya Symfoniorkestur, og hevur eina drúgva karrieru aftan fyri seg sum kórleiðari hjá m.a. William Byrd Singers. Hansara verk Island Music og Sand Dance eru bæði skrivað til tekstir hjá William Shakespeare.
At syngja í einum kóri sum Tarira er fantastiskt. Vit venja mikukvøld klokkan sjey og hvørt mikukvøld byrji eg at suffa klokkan hálvgum sjey við tankan um at skula út aftur. Men allíkavæl møta vit øll, lærar, varastjórar, tannlæknar, skrivstovufólk, læknar, næmingar, frøðingar av allahanda slagi, móð og troytt eftir dagsins yrki. Tað tekur bara eina stutta upphiting, so er lagið av tí besta. At syngja í einum kóri sum Tarira er at vera partur av einum felagsskapi, tað er sosialt, veitslurnar eru ómetaliga stuttligar og tað er kaffipausan í grundini eisini, men eitt kór er sanniliga eisini ein psykiskt treytað, sera viðkvom eind. Onkuntíð spæla nervarnir hjá einum sangara eitt puss, og tað kann ávirka alt kórið til at fara av kós mitt í eini framførslu. Tú kanst ongantíð kenna teg fullvísan og ganga út frá, at alt gongur, sum tað skal. Men tá tað so ger tað, er upplivingin so stór, at tað ber illa til at greiða frá teirri kensluni. Brádliga er tað sum um tú og øll hini í kórinum saman við kórleiðaranum raka bæði tónan og dagin og tá gevur alt meining eina løtu og er fullgjørt. Eg hopi og gleði meg til ta løtuna mikukvøldið og vóni, at onkur kemur at njóta hana saman við okkum.
PS: Hatta við míni vantandi fótbóltsfatan/vitan er skjótt ein farin tíð, skilji eg. Sigst, at nógvur fótbóltur er har á leiðini, sum vit fara í Onglandi (Manchester og Liverpool).
Stuðlar:
The tour is supported by:
Norðurlandahúsið
Tórshavnar Kommunu
Mentanargrunnur Landsins
Felagið Føroysk Tónasköld
Mentamálaráðið
Hotel Hafnia Steinprent Frímerkjadeildin
Atlantic Airways
Bakkafrost
Varðin
Fjölrit
Navia
Thanks to:
Sendistovan
Okkara
Poul Michelsen Heilsöla
Hotel Föroyar
Föroya Symfoniorkestur
Föroya Studentaskúli í Hoydölum
Tutl
Fótbóltssamband Föroya
J.J. Simonsen Design
Öström
Liverpool Cathedral
Harrogate Wesley Chapel
Manchester St Ann´s Church
West Didsbury Christ Church
Special thanks to:
Sunnuva Bæk and
Stephen Wilkinson
Kinna Poulsen