Monday, October 15, 2012

Free Pussy Riot fernisering - myndir og røða


 
 
Vælkomin til hesa samhugaframsýning, har vit varpa ljós á talu- og savningarfrælsið.

Hetta tiltakið snýr seg ikki um tríggjar kvinnur, sum eru dømdar til fongsul í Russlandi. Hetta snýr seg um tað globala stríðið fyri og ímóti rættinum til at hugsa og tosa frítt, og rættinum til demokratiska ávirkan.

Og tað er eitt stríð, sum er viðkomandi allastaðni. Tí er Amnesty Føroya deild sera fegin um samhugatiltakið, sum Inger Smærup Sørensen og Listinblog hava tikið stig til. Fleiri listafólk hava víst sín stuðul, og úrslitið eru hesar 25 fantastisku og litlíku Pussy Riot myndir, ið her eru savnaðar til eina samhugaframsýning. Myndirnar eru sendar sum talgildar stuðulsáheitanir til tær tríggjar kvinnurnar, sum í løtuni sita í varðhaldi fyri eina happening í katedralinum í Moskva ímóti tí autoriteru russisku stjórnini, og hendingin vísti seg at blíva sjálvprofetisk.

Tað eru enn einaferð listafólkini, sum ganga á odda, tá tað snýr seg um at seta orð og myndir á mannarættindastøðuna her heima og úti í heimi. Í fjør kom nýggj Amnestyfløga út, og tá vórðu 42 sangir smíðaðir til høvið. Tað er listin og listafólkini, sum duga og tora at seta spurnatekin við tað, sum er, og sum tora at flyta seg til nakað nýtt og ókent. Og júst hesar røddir eru ein avgerandi fortreyt fyri einum rættvísum og rúmligum samfelagi.

Russland

Hetta frælsi at siga sína hugsan og at savnast fyri at krevja síni rættindi eru sera skerd í Russalandi í dag. Sum aftursvar til stóru mótmælisgongurnar í vár, tá Vladimir Putin varð settur í embæti sum forseti, hevur Russland sett í verk eina røð av avmarkingum í mun til tali- og savningarfrælsi, og her er rættarmálið móti djørvu kvinnunum í Pussy Riot bert eitt av mongum dømum.

Altjóða trýstið í samband við rættarmálið móti teimum trimum kvinnunum gjørdi, at dómurin frá 18. august “einans” gjørdist 2 ár. Ikki minst við hjálp frá listafólkunum. Umframt altjóða sympati-erkleringar í hópatali fekk russiska stjórnin ein frammaná, tá ikon sum Madonna og Red Hot Chilli Peppers á live konsertum í Moskva góvu sín stuðul til kennar og heittu á Putin um at leysgeva hesar kvinnurnar, sum eisini hava børn. Uttan hetta trýst var møguleiki fyri, at tær kundu fáa upp í 7 ára fongsul. Í fyrradagin, tá kærdi dómurin varð tikin upp aftur, varð ein av kvinnunum, Ekterina, leyslatin, meðan dómurin á 2 ár í arbeiðslegu var staðfestur fyri hinar báðar, Nadezhda og Maria.

Amnesty International metir dómin vera politiskt grundaðan og krevur, at allar tríggjar kvinnurnar verða leyslatnar alt fyri eitt. Eingin skal setast handan rimar fyri at siga sína hugsan, og tí fer Amnesty at halda fram við at arbeiða fyri, at Nadezhda og Maria eisini verða leyslatnar.

Miðeystur og Norðurafrika

Í samband við hesa framsýning hava vit ein krók, har vit savna inn myndir, sum vit fara at senda til Miðeystur og Norðurafrika.

Í fleiri av londunum í hesum partinum av heiminum er tað ólógligt at finnast at sitandi myndugleikum. Tað er t.d. revsivert at finnast at konginum í Bahrain, og tað er ólógligt at savnast fleiri enn 5 fólk á einum staði. Tað merkir, at hetta tiltakið hevði verið ólógligt, og at vit beint nú kundu vænta okkum eina harðliga politi-razzia. Í fleiri londum, t.d. Iran og Pakistan, eru blasfemiparagraffir, sum føra til deyðarevsing. Í Egyptalandi er tað ólógligt at finnast at herðinum, og fjølmiðlafólk, sum finnast at forsetanum, verða rættarforfylgd. Og vit kenna øll til syrgiligu søguna um stýrið í Sýria, hvørs brot eru so grov, at vit hava grund at óttast at talan er um brot móti mannaættini.

Myndirnar, sum vit savna inn, verða allar savnaðar á eini plakatir, sum vit fara at senda saman við mótmælisskrivi til viðkomandi myndugleikar í Miðeystri og Norðurafrika. Og so senda vit eisini plakatina við tykkara andlitum sum stuðulsheilsan til ymiskar aktivistar í økinum. Dømi um aktivitsar kunnu nevnast Azza Suleiman úr Egyptalandi, sum var millum bukaðu  kvinnurnar á Tahrir-torginum í desember 2011, og sum fekk kraniubrot av sløgunum frá hermonnum. Og so er tað Nabeel Rajab, sum er leiðari fyri Center for Human Rights í Bahrain, og sum hevur fingið 3 ára fongsulsrevsing fyri at skipa fyri friðarligum mótmælis- gongum.

Tað eru longu eini 120 føroyingar, sum hava tikið mynd, og vit biðja eisini tykkum nýta høvi at  rópa upp fyri talu- og savningar-frælsinum í  Miðeysturi og Norðurafrika.

Góða framsýning og ein serlig tøkk til Inger Smærup Sørensen og føroysku listafólkini, sum við hesi framsýning traðka út um føroysku bøgarðarnar og vísa sín altjóða samhuga.

Katrin á Neystabø, virkandi aðalskrivari
Amnesty International Føroya deild