Monday, October 8, 2012

Tú (be)stemmar hvat Tarira skal syngja


TARIRA, kamarkór undir leiðslu av Sunleif Rasmussen, skipar fyri eini øðrvísi kórkonsert mikukvøldið 10. oktober, har áhoyrarin fær høvi at sín dám á konsertskránna. 

Helvtin av konsertini verður tó sum konsertir flest, har kórið syngur burtur úr skránni, sum er gjørd til konsertferðina til Onglands í døgunum 13. – 21. oktober. 


Men hin helvtin verður skipað sum eitt slag av uppboði, har áhoyrarafjøldin fær møguleika at bjóða uppá eina røð av sangum; tveir sangir kappast um at fáa flest stemmur og tann sangurin, ið fær flest stemmir og harvið krónur, verður síðani framførdur.

Kórið lovar, at sangirnir á valskránni eru kendar føroyskar kórperlur. Kostnaðurin fyri atgongumerki er kr 150, men fyri at tryggja, at júst tínir yndissangir verða framførdir verður mælt til at taka nakar eyka 10 kr við.

Afturfyri bjóðar kórið okkurt leskiligt og gott undir góman í steðginum og hartil verða fleiri spennandi vinningar trektir millum øll seld atgongumerkir. Høvuðsvinningurin er tvey atgongumerkir til nógv eftirspurdu Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri umframt gisting og mat á Hotel Føroym leygarakvøldið 5. januar 2013.

Konsertin verður á gomlu sementfabrikkini í Öström mikukvøldið 11. oktober kl. 19.30. Atgongumerki fáast við dyrnar. Kom við og set tín dám á kvøldið saman við okkum.