Wednesday, October 17, 2012

Tak teg saman - eitt viðmæli

 

“Tak teg saman!” er ein musical-lestur um at vera teenageri.  Ella sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum: “um ta tsunamiuna av lorti, sum fer at raka teg beint í gronina, um tú ikki alvorliga tekur teg saman!”.
 
 
Orðið musical-lestur stendur ikki í tí stóru bókini um leiksjangrur, men tað er altso eitt bland av orðinum musical og fyrilestur. Ein musical er ein amerikanskur leiklistaformur, har dialogur miksast saman við sangi, dansi og øðrum roksi. Tað er ein pompøs og popput lættissoppa-sjangra, sum er løtt at skilja - og tí kunnu sjálvt teenagerar skilja hana. Ein fyrilestur er ein vísundalig framførsla við moralfilosfiskari áberslu.Teenagerar tíma ikki fyrilestrar, men tey hava brúk fyri teimum, líkasum tey hava brúk fyri at lesa Ben Hur og lurta eftir góðskujazzi.
 

 Tá man skal gera leiklist til ung er tað tí nokk so smart at blanda hesar báðar sjangrurnar – okkurt týdningarmikið ílætið sum bíligt undirhald – genialt.
 
 
Men “Tak teg saman!”, sum í hesum døgum verður framførdur á tjóðpallinum (les í Perluni), er tíbetur meira framkomin enn tað. Tí leikurin ger akkurát líka nógv gjøldur  burtur úr sín egna formi, sum hann ger burtur úr vónleysu teenagearunum og  teimum tilgjørdu vaksnu. Og enn betri: speisemið inniheldur eisini álvara og sjálvt um leikurin er stuttligur og teir tríggir leikararnir, Beinta Clothier, Kjartan Hansen og Bartal Augustinussen øll eru sterk komisk talent, so snýr leikurin seg faktisk um nakað so álvarsamt og kanska sjáldsamt sum moral.
 
 
Í besta “Gamla Testament”-stíli síggja vit, hvussu teenagearar, sum gera seg sekar í erpni, frossaríi, dølskni, grammleika, vreiði, greði og øvund verða revsaði av ráðandi valdi rættvísins. Sera undirhaldandi. Men eg haldi, at leikurin tekur evni, sum gramma materialismu og cheeseburgaraprostitusjón í álvara allíkavæl – men í álvara á ein stuttligan hátt. Eg haldi eisini, at tað er hetta spælið við kontrastum, sum er megin í leikinum. Kontrastirnar millim musicalin og fyrilesturin, millum moral og perversjón, millum álvara og ironi, millum vaksin og børn síggjast eisini aftur í leikgongdini – seinføri og skjótleiki – og í allari uppsetingini við kontrastum millum tað kompleksa og tað einfalda.
 
 
Og so haldi eg, at tað er fantastiskt, at tjóðpallurin ger leiklist til ung. Eg haldi, at tað er fantastisk at vit eiga so góðar sjónleikarar og eg gleði meg til at hoyra, hvat  teenagerar halda um leikurin.
 
 
Eg vil enda við enn eina ferð at sitera úr tíðindaskrivinum: “Sýningar verður 17. 18. 19. 20. 22. 23. 24. 25. 26. oktober kl. 19.30.  So Tak Teg Saman og kom oman í Perluna til sjónleik!”