Listafólkasamband Føroya (LISA)
mótmælir harðliga uppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum, um at
skerja Mentanargrunnin við 20 % í 2013. Umframt at aðrar játtanir verða
niðurlagaðar innan útinnandi mentan, so sum tónleik. Mentunargrunnurin virkar
innan teir lógarkarmar og ta játtan sum Løgtingið hevur givið. Nevndin í
Mentanargrunninum er óheft og tekur avgerðir uttan politisk atlit, tá ið hon
játtar pening.
Hetta hevur virkað sera væl og er
Mentanargrunnurin ein sólskinssøga í so máta, bæði mentanarpolitiskt og
demokratiskt, har ið armslongdarprinsippið hevur virkað til fulnar. Stórt
arbeiði hevur verið lagt í at menna og endurskipa Mentanargrunnin, við tí fyri
eyga, at fáa alt játtanarøkið innan mentan og list enn meira óheft av politisku
skipanini og styrkja umsitingina av grunninum, so at landsstýrismaðurin og
hansara starvsfólk, ikki vóru sett at taka dagar ímillum – niður í minsta
smálut, hvar íløgur í list og mentan skulu gerast.
Ikki er longur síðan enn í mars
mánaða, tá umboð fyri LISA á fundi við mentamálaráðharran, fingu at vita, at nú
var nærum komið undir land við hesum arbeiði. Onkrir smáir snøklar vóru eftir,
men vónandi kom lógin til politiska, og harvið almenna viðgerð í ár. Tað næsta
vit frætta er, at mentamálaráðharrin
skerjir Mentanargrunnin við 20%, játtanina til tónleik, sang og
føroyskan dans við 24%. Uttan nakra sum
helst hoyring, kunning ella viðgerð, verður skorið inn á bein á mentanar- og listaøkinum.
Listafólkasamband Føroya er púra
greitt yvir, at til tíðir skal sparast. Men hetta átakið er ikki sparing, men
skerjing, har ið ein sera vælvirkandi, óheftur stovnur sum Mentanargrunnurin og
starvsøkið hjá hesum, verður lagdur undir landstýrismannin í mentamálum.
Hetta er beinleiðis stýring av
mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag.
Vegna LISA (LISTAFÓLKASAMBAND FØROYA
)
Ólavur Jakobsen, formaður