Monday, October 1, 2012
Sif Gunnarsdóttir nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum
Tað er ómetaliga umráðandi fyri føroyska list og mentan, at tað situr ein dugnaligur leiðari í stjórasessinum í Norðurlandahúsinum. Nú greiðir Norðurlandahúsið frá í tíðindaskrivi, at nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum, verður Sif Gunnarsdóttir úr Íslandi. Sif er 47 ára gomul og hevur síðani 2007 verið stjóri í Visit Reykjavík. Sif hevur BA prógv í donskum máli og bókmentum frá Háskóla Íslands og MA prógv í mentanararbeiði og samskifti frá Odense universiteti. Hon hevur, sum skilst, starvast í íslendska útvarpinum í tvey ár og hevur viðgjørt filmar bæði í útvarpi og í bløðum. Hon hevur eisini verið limur í nevndini, sum avger hvør fær Norðurlendsku Filmsheiðurslønina, so áhugin fyri filmi tykist vera stórur. Nýggi stjórin tekur við 15. Januar 2013 eftir Niels Halm, sum hevur sitið í starvinum í 8 ár 1. februar 2013.