Sunday, October 7, 2012

Sofía Nolsøe í týdningarmiklum leikluti hjá Vinterberg


Listin yvir sjónleikarar á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn tíðarskeiðið 2012-2013 telur nógvar stórar sjónleikarar, t.d. Gita Nørby, Sofie Gråbøl og Birthe Neumann og millum øll tey kendu nøvnini eru tvey føroysk nøvn, Olaf Johannesen og Sofía Nolsøe Mikkelsen úr Havn. Hon er 25 ár og hevur fingið ein høvuðsleiklut í nýggjum leiki hjá kenda danska filmsleikstjóranum Thomas Vinterberg. 

Longu 28 ára gamal vann Vinterberg serliga prísin hjá dómsnevndini á filmsfestivalinum í Cannes fyri fantastiska og heimskenda filmin "Festen", og hevur síðan gjørt aðrar veldugar filmar, m.a. "Submarino" og "Jagten". Sofía er fødd í 1987 og var í mai mánaða í fjør liðugt útbúgvin á Statens Teaterskole. Hennara fyrsta leikroynd eftir hetta var í einum leiki um Karen Blixen "Om Baronessen", sum varð leiktur í fjør á Folketeatret. Hon hevur luttikið í fleiri stuttfilmum hjá filmsskúlafólkum og var eisini við í seinasta stuttfilminum hjá Heiðriki á Heygum.  Áðrenn tað hevur hon verið við m.a. í ymiskum leikum í sjónleikarahúsinum. 

Nýggi leikurin hjá Thomas Vinterberg eitur Kollektiv og er ein skemtilig, men heldur ómild lýsing av kollektiv-hugskotinum í sjeytiárunum hjá kenda filmsleikstjóranum, sum sjálvur er uppvaksin í einum tílíkum sambýli.  Søgugongdin gongur fyri seg í byrjanini av 1970´unum. Erik hevur arvað eini hús og ætlar saman við damuni, Onnu at stovna eitt kollektiv í tíðarinnar ond, men tá Erik fer at fríggja við Emmu og vil hava hana at flyta inn í kollektivið, verður ikki lætt hjá fólkunum í kollektivinum.  Sofía Nolsøe spælir leiklutin sum tann unga, vakra Emma.  Leikluturin gevur av sonnum Sofíu Nolsøe Mikkelsen møguleikan at gera vart við seg sjálva sum leikara. Vit ynskja henni góða eydnu og ynskja til lukku við leiklutinum.