Hósdagin 25. oktober gav forlagið Torgard í Danmark út tvær virðisløntar føroyskar skaldsøgur í danskari týðing.
Onnur bókin er skaldsøgan "Brahmadellarnir" eftir Jóanes Nielsen, sum kom út á føroyskum í 2011, og herfyri varð heiðrað við Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens. Tað var aðru ferð Jóanes fekk hesa virðisløn, fyrru ferð var í 1984. Bókin eitur á donskum "Brahmadellerne", og hevur fingið undirheitið "en nordatlantisk krønike". Povl Skårup hevur umsett, og Høgni Egholm Magnussen gjørt bókakápuna. Bókin er 347 síður. Prentaða útgávan kostar 299 kr.
Brahmadellerne er tíggjunda bókin eftir Jóanes, ið verður givin út á donskum. Av núlivandi føroyskum rithøvundum er hann avgjørt tann kendasti uttan fyri landoddarnar, serliga í Danmak, har bøkur hansara hava fingið sera góð ummæli. At áhugi er fyri komandi skaldsøguni sæst m.a. á, at Politiken farna leygardag hevði eina samrøðu við høvundin, í novembernummarinum av ókeypisblaðnum Bogmagasinet hjá Arnold Buskc bókahandlunum verður somuleiðis ein drúgv samrøða, og mentunarsendingin Kultursøndag á P1 í danska útvarpinum fer eisini at senda eina samrøðu við Jóanes.
Hin bókin, ið forlagið gevur út, er ungdómsbókin "Skriva í sandin" frá 2010 eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Fyri hesa bókin fekk Marjun í fjør Nordisk Børnebogspris, sum Nordisk Skolebibliotekarforening letur á hvørjum ári.
Danska heitið á bókini er "Skriv i sandet". Hugin Eide hevur umsett, og Høgni Egholm Magnussen gjørt bókakápuna. Bókin er 185 síður. Prentaða útgávan kostar 199 kr.
Hetta er fyrsta "heila" bók hjá Marjuni á donskum (ein kapittul úr "Skriv i sandet" er áður prentaður í stuttsøgusavninum "Elsker - elsker mig ikke" (Peoples Press, 2010)), so hon er sjálvsagt ikki líka kend (enn) í Danmark, sum Jóanes, men kend ella ikki: Kultursøndag á P1 hevur havt samrøðu við Marjuna, sum verður send í næstum. Báðar bøkurnar verða givnar út á prenti og sum ebók.
Týðingarnar eru stuðlaðar av Týðingagrunni Norðurlandaráðsins, og Mentanargrunnur Landsins hevur veitt stuðul til prentútreiðslur.
Bøkurnar eru ummældar í donskum bløðum, fleiri eru rættiliga positiv og kunnu lesast á heimasíðuni hjá forlagnum Torgarði.
https://www.facebook.com/photo.php?fbid=473981762624433&set=a.120202198002393.12741.120177348004878&type=1&theater
https://www.facebook.com/photo.php?fbid=474207979268478&set=a.120202198002393.12741.120177348004878&type=1&theater
https://www.facebook.com/photo.php?fbid=474700685885874&set=a.120202198002393.12741.120177348004878&type=1&theater