Hetta er fyrsta framsýning hjá Katrin M. Einarsson, sum eg havi sæð, men sum eg havi skilt tað, hevur hon framsýnt áður. Hon er útbúgvin innan myndprýðing og fleiri av myndunum á framsýningini eru partar av skúlaverkætlanum.
Verkini á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík, sum læt
upp í dag, eru sum heild heilt ómetaliga ymisk í stíli og í dygd. Summar myndir tykjast heldur bundnar og lyfta seg ikki ein metur yvir at vera hugnaligt áhugaítriv, men yvir fleiri av verkunum á
framsýningini er rættiligt og frítt listarligt flog. Serliga uppi á loftinum bíðar ein
uppliving hjá teimum, ið leita sær higar. Her eru skuggamyndir av ávikavíst
eini klippmynd av einum træi og av smáum hangandi figurum. Bæði verkini eru eitt
sindur mystisk og døpur, og eg haldi, at tað kanska serliga er í tí dapra, Katrin
dugir okkurt serligt, men plakatirnar, og serliga tann gula, eru somuleiðis frískar og vakrar.
Øll hennara verk eru narrativ á onkran hátt, Katrin sigur
søgur við øllum sínum myndum. Søgurnar finnur hon í dreymum, ævintýrum, men hon
er eisini serstakliga áhugað í tí yvirnatúrliga, í søgnum um tey fornisku. Eg seti nakrar myndir inn her, men viðmæli listaáhugaðum at vitja framsýningina, sum hevur opið hesar tíðir:
Tórs.
11. okt: 14.00-19.00
Fríg.
12. okt: 14.00-19.00
Leyg.
13. okt: 11.00-17.00
Sunn.
14. okt: 13.00-16.00
Mána.
15. okt: 14.00-19.00
Týsd.
16. okt: 14.00-19.00
Onsd.
17. okt: 14.00-18.00
Ein grøn kiska
Hendan myndin lýsir ein forniskan niðagrís
Spakuliga dandandi figurar í leysari luft
Skuggatræ
Poetiskur skuggadansur
(KP)