At lata konservativa Bjørn Kalsø vara av landsins mentamálum hevur nú víst seg at hava við sær lagnutungar avleiðingar fyri føroyska nútíðarlst. 20% av játtanini til Mentanargrunnin eru í einum høggi skorin burtur, meðan gomul skip og ketudansur nú skulu vera nýggja, mentanarliga frambrotið. Hendan konservativa afturraðfestingin hjá landsstýrismanninum er ein signalpolitisk ábending um, at vit helst ikki skulu hava nakran mentanargrunn yvirhøvur - hann skal helst fara sama veg sum Landsbankin og Hagstovan. Hetta eigur tó neyvan at undra nakran, eftirsum landsstýrismaðurin jú er partur at eini totaliterari samgongu og settur av einum av sínum partamonnum í Sambandinum og veikasta løgmanni í søguni. Hvat tá!
Vit vóru so mong, sum við røttum vóru ivingarsom, tá ið Bjørn Kalsø, nýsligin ministari, alment var úti í fjør og luftaði sínar “visiónir” fyri økið, hann nú skuldi eitast at umboða. M.a. førdi hann tá fram, at listafólk skuldu hava møguleika at liva av síni list, at føroyska mentanin og listin høvdu "ómetaliga stóran týdning” og at stórur møguleiki var í hesum, eitt nú ein framtíðar vinna, sum beinleiðis kundi vinna landinum pening. Stórir tankar, tó lítið við førda politikkin at gera.
Bjørn Kalsø:
http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/11/25/Vital%20vi%20Bjrn%20Kals%20mentamlarharra
Sum yrkistónleikari beri eg meg undan at viðmerkja tónleikavalið her, haldið mær til góðar. Men sum valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið 2012 vil eg gjarna undirstrika, at eg eri forsprákari fyri einum ríkum mentanarlívi við nútíðarlistini í hásæti. Og so vil eg eisini gjarna vísa á, at fyri tað, um Føroyar landspolitiskt í løtuni eru um at gerast ein vónleysur, afturúrsigldur, konservativur, toppstýrdur útjaðari, so nýtast vit als ikki at fara á sama bógv í Tórshavnar Kommunu. Vit kunnu geva eitt gott mótspæl! Tórshavnar Kommuna skal vera mentanarliga framfýsnið í hesum landinum og taka við har, sum landið svíkur. At sett ein kommunalan mentanargrunn á stovn til listafólk at søkt starvsløn úr hevði í míni ikki verið púrasta burturvið. Latið listafólkini koma til okkara, teimum er tað brúk fyri í Tórshavnar Kommunu!
Leivur Thomsen,
uppstillaður fyri Tjóðveldi
http://listinblog.blogspot.dk/2012/10/mentanarval-2012.html